Í kvøld byrja veruligu fyrireikingarnar til HM undankappingina, sum fyri okkara viðkomandi byrjar í Hannover í Týsklandi 7. septembur. Lars Olsen varð settur í starv sum nýggjur landsliðsvenjari í november í fjør, men hetta er fyrsti veruligi dysturin hjá landsliðnum síðani tá. Hann hevur samlað leikararnar nakrar ferðir og liðið hevur eisini verið á venjingarlegu í La Manga fyrr í ár.
Gamlir kenningar við
Lars Olsen hevur ikki framt nakra kollvelting á landsliðnum og flestu av nøvninum eru kend frá landsliðsfótbólti fyrr. Jákup Mikkelsen er framvegis við í hópinum, meðan leikarar sum Jónas T. Næs, Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan T. Davidsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen, Daniel Udsen, Hjalgrím Elttør og Jóan Símun Edmundsson eru allir kend andlit á føroyska landsliðnum.
Súni Olsen varð eisini úttikin til upprunaliga hópin, men hann hevur ein skaða at dragast við og hevur meldað avboð. Í hansara stað er komin Pætur Dam Jacobsen, sum til dagligt stríðist á miðvøllinum hjá EB/Streymi.
Hetta bendir á, at Lars Olsen heldur fast við stammuni, sum Brian Kerr eisini brúkti fyri tað mesta. Atli Gregersen er ikki úttikin, men tað er ikki greitt, um hetta er vegna skaða ella eina misskiljing millum landsliðsvenjaran og Víking. Atli Gregersen hevur sitið uttanfyri við leikbannið seinastu dystirnar hjá Víkingi.
Tríggir málmenn
Lars Olsen hevur tikið tríggjar málmenn út til dystin. Jákup Mikkelsen, sum fylti 42 ár í gjár, er framvegis við, hóast hann er givin ikki færri enn tvær ferðir. Lars Olsen hevur somuleiðis valt at taka Kristian Joensen við, sum framvegis hevur aldur til at spæla á U21 landsliðnum. Kristian Joensen hevur spælt seinastu dystirnar á U21 landsliðnum.
Gunnar Nielsen er við aftur eftir drúgva fráveru vegna skaða. Hann hevur ikki spælt ein dyst í yvir eitt heilt ár og tað er óvist um hann kemur á vøllin í Íslandi.
Fyri bara einum ella tveimum árum síðani var stór málmanskreppa í Føroyarum, tá Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen gjørdust skaddir. Nú hevur A-landsliðið trígjgjar málmenn, sum allir kunnu spæla á hægsta stigi, tá teir eru klárir, umframt at U21 landsliðið hevur tveir málmenn, Teitur Gestsson og Hans Jørgensen, sum báðir hava evnini at koma á A-landsliðið í framtíðini.
Teir ungu
Lars Olsen hevur úttikið fýra leikarar, sum hava aldur at spæla á U21 landsliðnum. Kristian Joensen, René Shaki Joensen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. Av teimum er úttøkan av Jóan Símuni Edmundsson ikki at blíva bilsin av. Hann hevur verið fastur fúsur á A-landsliðnum, meðan Kriatian Joensen sum málmaður er í eini serligar støðu.
Hallur Hansson hevur verið ein av teimum bestu leikarunum í heimligu kappingin og á U21 landsliðnum. Tí er heldur ikki óhugsandi, at hann kemur inn á liðið í Íslandi. Hann hevur rætta hugburðin og tykist sum ein leikari, ið kann lyfta arvin eftir Fróða Benjaminsen, sum er komin nakað upp í árini fyri ein fótbóltsleikara. Botnstøðið hjá honum er ómetaliga høgt, og tað er sjáldan, at hann dettur niður í millum í einum dysti. Hann hevur í seinastuni verið og royndarvant í AaB, og vónandi er plássið á miðvøllinum í HB bara fyribils. Hallur Hansson hevur ov góð evnir til at spæla í Føroyum, og vónandi kemur ein avtala upp á pláss – bæði fyri hann sjálvan og ikki minst føroyskan fótbólt.
René Shaki Joensen er nýggjur í hópinum. Hann fekk fyri summarsteðgin debut á Superligaliðnum hjá Brøndby og hevur ment seg nógv sum spælara. Hann er framvegis ungur og hevur ikki tær nógvu royndirnar á hvørki U21 ella A-landsliðnum. Tí er væl hugsandi, at tað verður Jónas T. Næs og ikki René Shaki Joensen, ið byrjar á høgra bakkinum. Heldur havnarmaðurin fram at menna seg, so verður hann fastur fúsur á A-landsliðnum í framtíðini.
Teir ytstu
Millum teir, ið ikki hava gjørt nógv um seg á landsliðnum, men sum eru við hesa ferð, eru millum annað Finnur Justinussen, sum spælir í næstbestu deildini í Svøríki. Hann hevur havt ein skaða í longri tíð, men er komin inn í tveimum teimum seinastu dystinum fyri Jønkøping. Onkur vildi hildið, at teir áleið tjúgu minuttirnir hann hevur spælt er ov lítið, men tað vísur bara, at Lars Olsen setir stóran prís upp á teir leikararnar, sum spæla yrkisfótbólt.
Av øðrum kunnu nevnast Bogi Løkin og Odmar Færø. Bogi Løkin hevur havt ein drúgvan skaða, men hevur saman við ÍF funnið formin í Effodeildini. Odmar Færø hevur í nøkur ár verið mettur sum ein sannur klossur í miðverjuni, er afturkomin til B36. Hann hevur somuleiðis sannført landsliðsvenjaran um at hann skal verða við.
Sterkir íslendingar
Ísland hevur onkuntíð fyrr stillað upp við einum veikum landsliðið til venjingardystirnar móti Føroyum. Tað er ikki tilfeldið hesaferð. Allar stjørnurnar eru við og tí kann roknast við einum serliga torførum dysti í kvøld.
Tað ger einki, tí fyrsti dysturin í HM undankappingini er ímóti ongum øðrum enn Týsklandi. So tað bilar einki um okkara menn fáa seg royndar.
Týdningarmiklast er tó, at Lars Olsen fær svar upp á nakrar spurningar undan stóru uppgávuni í Hannover 7. septembur.
Dysturin millum Ísland og Føroyar verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í kvøld klokkan 20:45 føroyska tíð.
- - -
Føroyski A-hópurin:
Málverjar:
Kristian Joensen, NSÍ
Jákup Mikkelsen, ÍF
Gunnar Nielsen, Manchester City
Verjuleikarar:
Rene S. Joensen, Brøndby IF
Jónas Þór Næs, Valur
Rógvi Baldvinsson, Bristol Rovers
Odmar Færø, B36
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Miðvallarar:
Bogi Løkin, ÍF
Pætur Dam Jacobsen, EB/Streymur
Fróði Benjaminsen, HB
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg
Hallur Hansson, HB
Framherjar:
Hjalgrím Elttør, KÍ
Finnur Justinussen, Jønkøping Sodra
Jóan Símun Edmundsson, Viking St.
Daniel Udsen, Helsingør
Símun Samuelsen, HB
- - -
Íslendski A-hópurin:
Málverjar:
Gunnleifur Gunnleifsson, FH
Hannes Tór Halldórsson, KR
Ingvar Jónsson, Stjarnan
Verjuleikarar:
Ragnar Sigurðsson, FC København
Sølvi Geir Ottesen Jónsson, FC København
Ari Freyr Skúlason, Sundsvall
Indriði Sigurðsson, Viking
Kári Árnason, Rotherdam
Birkir Már Sævarsson, Brann Bergen
Bjarni Ólafur Eiríksson, Stabæk
Miðvallarar:
Aron Einar Gunnarsson, Cardiff
Helgi Valur Daníelsson, AIK
Emil Hallfreðsson, Hellas Verona
Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmar
Rúrik Gíslason, OB
Eggert Gunntór Jónsson, Wolverhampton
Arnór Smárason, Esbjerg fB
Framherjar:
Birkir Bjarnason, Pescara
Kollbein Sigtórsson, Ajax
Alfreð Finnbogason, Helsingborg
Gylfi Tór Sigurðsson, Tottenham
Bjørn B. Sigurðarson, Wolverhampton