Fyrsta skotið verður kanska latið av í ár

- Ætlanin at byggja tjørnuvíkartunnilin á sama hátt sum dalstunnilin er skilagóð. Eg trúgvi, at hetta er einasti máti at byggja tunlarnar til bygdirnar, sum enn tørva eitt betri vegasamband, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu

Tað gleðir borgarstjóran í Sunda kommunu, sum Tjørnuvík er partur av, at fyrireikingarnar til ein tjørnuvíkartunnil eru byrjaðar, og at 4,6 miljónir krónur eru settar av til hetta arbeiði í ár.

 

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki eru tvær loysnir upp á, hvussu ein tunnil til Tjørnuvíkar kann byggjast. 

 

Hin longri tunnilin, sum verður 2,5 kilometrar, fer inn stutt norðan fyri Haldórsvík og hin stytri, sum verður stívliga 1,3 kilometrar langur, fer inn væl norðari á Tjørnuvíkarvegnum.

 

Landsverk mælir til, at hin longri tunnilin verður bygdur.

 

##med2##

Samdur borgarstjóri

 

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, er samdur við Landsverk um, at hin longri tunnilin er hin betra loysnin.

 

- Vit kunnu bara fegnast um, at tunnilsverkætlanin nú er so nær, sum vit duga at skilja, at hon er. Tað gleðir meg eisini, at Landsverk mælir til longra tunnilin.

 

Hann vísir á, at tað javnan kemur grót oman á Tjørnuvíkarvegin, og tað liggja størri og smærri steinar á vegnum so at siga hvønn dag.

 

- Bilar eru raktir, men tíbetur hava størri fólkaskaðar ikki verið um hesar leiðir enn. Váðin at koyra her er alla tíðina til steðar, serliga í Líðini, tey rópa tað, og her er bæði bratt og smalur vegur.

 

Jógvan Kruse ásannar, at so hvørt, sum ferðavinnan veksur, og meira trýst verður á veganetið, verður alt meira truplari at koma til og úr Tjørnuvík, og tørvurin á einum tunli verður tess størri.

 

- Um stytri tunnilin verður valdur, fáa vit aðrar avbjóðingar á veganetinum, sum trupult verður at gera nakað við, tí vegurin er smalur, sigur borgarstjórin.

 

##med3##

 

Við fullum rætti

 

Í Tjørnuvík er eisini spurningurin, hvussu tunnilin kemur til bygdina – hvørji inntriv hetta fer at gera í bøin, bygdina og møguligan forngrevstur.

 

Borgarstjórin heldur, at sambært teimum tekningum, hann hevur sæð, verður inntrivið í lendið minni, enn hann hevði roknað við.

 

- Tunnilsmunnin í Tjørnuvík kemur at liggja rímiliga niðarlaga, og vegurin kemur lutvíst at ganga ígjøgnum lendið sum er.

 

Jógvan Kruse vísir á, at sjálvandi fara tjørnuvíkingar við fullum rætti at hava sínar meiningar um vegaføringina í bygdini, sum gongur gjøgnum góðan bø, men á hinari síðuni verður hetta ein lutfalsliga stuttur vegur.

 

- Áðrenn nakað kann gerast við tjørnuvíkartunnilin, skulu fyrst øll loyvi koma upp á pláss, bæði við friðingarmyndugleikar og ognarar, sigur borgarstjórin.

 

##med4##

 

Fólk eym um bøin

 

Soleiðis, sum borgarstjórin sigur seg hava skilt á Landsverki, er ikki óhugsandi, at fyrsta skotið í tunnilsbyggingini kann latast av seinni í ár, um alt gongur væl.

 

- Men, vit vita, at slík mál kunnu taka tíð, og hetta fer eisini taka ta tíð, tað tekur.

 

Hann ásannar, at tað altíð vil vera soleiðis, at fólk eru eym um bøin, men skal tunnilin byggjast, verður sjálvsagt neyðugt at finna loysnir.

 

- Soleiðis, sum eg havi skilt, fer tað at taka sløk trý ár at bora tjørnuvíkartunnilin, um nøktandi játtan verður á løgtingsins fíggjarlóg hesi árini, tunnilin verður bygdur.

 

##med5##

Borgarstjórin heldur, at ætlanin at byggja tjørnuvíkartunnilin á sama hátt sum dalstunnilin við sonevnda tunnilstoyminum hjá Landsverk er skilagóð.

 

- Eg trúgvi, at hetta er einasti máti at byggja tunlarnar til bygdirnar, sum enn tørva eitt betri vegasamband, sigur Jógvan Kruse.

 

 

 

Soleiðis, sum Jógvan Kruse sigur seg hava skilt á Landsverki, er ikki óhugsandi, at fyrsta skotið í tunnilsbyggingini kann latast av seinni í ár, um alt gongur væl