Fyrsta skráseting av hesi teku í Føroyum

- Tekan, sum fyri fyrstu ferð er skrásett í Føroyum, kann nørast her, tí hon livir norðarlaga í Skandinavia, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Jólini eru løgd afturum, og tað merkir, at nógv innflutt granntrø hava staðið kring um í føroyskum heimum seinastu tíðina.

 

Tað er slett ikki óvanligt, at ymiskt livandi, sum ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann vera á innfluttu jólatrøunum.

 

Tað eru eisini tey, sum siga frá, tá tey finna onkur smákykt, og soleiðis veit heimasíðan – Jenskjeld@info – eina søgu at siga nú í byrjanini av árinum.

 

Á heimasíðuni undir ”smákykt og flogkykt” verður sagt, at tey hin 29. desember í fjør fingu eina fimm-og eina sjeyplettuta mariuhønu frá Guðrið Hentze á Hvítanesi.

 

- Haraftrat fingu vit eisini eina teku (Elasmucha grisea) – á donskum rópt ”almindelig birketæge”, sum ikki er skrásett í Føroyum áður.

 

Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen verður sagt, at bæði mariuhønurnar og tekan vórðu funnar á innflutta jólatrænum hjá Guðrið Hentze.

 

- Elasmucha grisea kann nørast í Føroyum, tí hon livir norðarlaga í Skandinavia, leggur Jens-Kjeld Jensen aftrat.