Fyrsta steypið hjá Torres

Fernando Torres var sum vera man bæði errin og fegin, tá hann við sínum máli hevði tryggjað Spania sigurin móti Týskland. - Hetta er ein fantastisk kensla, og beint nú skilja vit slettis ikki, hvussu stórt hetta er. Hetta er eisini fyrsta steypið, sum eg havi vunnið, so bara tað í sjálvum sær er ein dreymur, sum nú er gingin út. Eg eri errin av, at vit nú kunnu njóta sigurin, og eg eri errin av, at somikið nógv fólk eru glað okkara vegna, segði Torres, sum skoraði tvær ferðir í endaspælinum.