Tað vóru tvey hús á Sundi. Hini húsini vóru bóndahúsini, sum hava teirra søgu. Tann fyrsti bóndi á Sundi, vit vita um, er Guttorm Andersen, sum eisini var løgmaður. Hann festi í 1570. Tey á Sundi meta sína ætt at hava havt garðin síðan 1694, og Bærentsen navnið gongur aftur til 1766. Tað stavar frá Bærint Jacobsen. Garðurin hevur verið í ættini í níggju ættarlið. Tað var soleiðis, at ein bóndi á Sundi, Daniel Lucassen átti bara døtur, og ein teirra, Sára Dánjalsdóttir, giftist við Bærint Jacobsen, sum kom úr Gerðum til Sunds, men var ættaður av Oyri.
Annars er onki at ivast í, at Sund hevur verið bygd frá fyrndartíðum. Hetta kann grundast á, at Sund er markatalsbygd, og at tað í bønum á Sundi er funnið ymiskt, sum stavar frá elligamlari búseting.
Tann fyrsta bóndan, sum eg minnist er Jákup Bærentsen, giftur við Ullu f. Olsen av Válinum í Vestmanna.
Eg minnist tó eisini pápa hansara Hans Bærensten. Hann var systkinabarn Rasmus Effersøe, sum beint hevur havt 150 ára føðingardag. Rasmus plagdi at vera inni á Sundi og vitja systkinabarnið. Hetta var kanska eisini av fakligum áhuga, tí Rasmus var eisini landbúnaðarráðgevi. Ein stuttlig søga er, at einaferð hevði Rasmus skipað fyri at gera ein rennistrong oman í Sund fyri at fáa torvið lættari oman. Men fyrsti torvsekkurin rakti annan skorsteinin á bóndahúsunum, og fór hann í sor. Søgan um rennistrongin gjørdist vist ikki longri enn hetta.
Men eg minnist tó, at rennistrongur var um Tíggjará Kaldbaksmegin áðrenn tað var nøkur brúgv. Tað slapst ikki um ánna í áarføri. Tað varð sagt, at Rasmus Effersøe skipaði fyri hesum rennistrongi.
Jákup doyði knappliga í 1934. Eftir sat Ulla á Sundi við átta børnum, einari dóttir og sjey synum. Ulla átti annars níggju børn, men fyrsta barnið, ein drongur, doyði bert fýra mánaðar gamal. Tann elsti sonurin, Hans, var bert 11 ára gamal, tá pápin doyði, so Ulla mátti sita við festinum, til dreingirnir vóru komnir til mans. Hon fekk hjálp frá fleiri, millum øðrum beiggjanum Óla, sum greitt varð frá í fyrsta parti av hesi frásøgn. Ein annar sum hjálpti var Jákup Andreas við Á í Kaldbak, sum var svágur Ullu.
Hans royndi so at útbúgva seg til uppgávuna. Hetta gjørdi hann við at fara eitt ár á Royndarstøðina í Hoyvík, har Jógvan Húsgarð, ættaður úr Syðrugøtu, var stjóri.
Søgan um Kaldbaksbotn
Men so verður Hans 21 ár, og árið eftir verður beiggin Petur, vanliga nevndur Piddi, 21 ár, og teir eru myndigir. Tá verður garðurin býttur sundur, og Piddi búsetir seg í Kaldsbaksbotni.
Her kann verða skoytt uppí, at nøkur ár seinni flytir Petur Andreas Petersen úr Kaldbak inn í Kaldbaksbotn. Àðrenn tað vóru brøðirnir Olaf og Thorvald Reinert fluttir inn í botnin. Men tá húsini hjá Thorvald brendu, flutti hann úr botninum og aftur til Kaldbak, og Petur Andrias keypti húsini hjá Olaf, sum eisini flutti.
Her hevði ein bóndi, Hanus, búð áðrenn mína tíð. Abbi plagdi at fara til hansara at lesa fyri honum. Abbi dugdi at lesa, og tað hevur hin ikki dugað. Men abbi vildi fegin hjálpa bóndanum á hendan hátt.
Annars var tað ikki fyrr enn eg var um 10 ára gamal, at fólk kom at búgva í Kaldbaksbotni.
Tóra kemur inn í myndina
Nú fer at nærkast, at Tóra kemur inn í myndina. Spurningurin er so, hvussu ein genta av Eiði finnur saman við einum drongi av Sundi.
Jú, hon kom at hoyggja í Kaldbak hjá Tummas við Á. Nógv samband var millum Kaldbak og Sund, og harvið komu tey bæði Hans og Tóra at hittast, og tey giftast í 1946. Tískil eru tað 61 ár síðan, at Tóra kom inn á Sund at búgva.
Vit báðir, Jakku og Óli, hava verið inni á gólvinum hjá Tóru, har vit eisini fingu prát við sonin Jákup, og væl duga tey at greiða frá. Sjálvi bóndahúsini eru frá 1895, og hava tey verið eini stór hús tá. Bóndafólkini, Hans og Benadikta Bærentsen, sum bygdu tey húsini, sum standa enn, gjørdu sær eisini urtagarð um somu tíð, og har standa framvegis nøkur stór ahorntrøð, sum sostatt eru meira enn hundrað ára gomul.
Ein slíkur bóndagarður var ein rættilig fyritøka. Sagt verður, at í gomlum døgum vóru eini 20 fólk á garðinum við arbeiðsfólkinum.
Vanliga kláraðu bóndafólkini sjálvi arbeiðið í nýggjari tíð. Tað hevur tó ikki verið smávegis arbeiði bert tað mjólka 8-10 kúm við hond. Men tá hoyggjað varð, var brúk fyri hoyggingargentum, og tær komu ofta úr Skopun. Eisini var brúk fyri slóttarmonnum, og teir komu úr Kaldbak. Okkurt par spurdist burturúr. Evald Vang úr Kaldbak giftist við Beatu Bærentsen, sum kom úr Skopun at hoyggja, og tey búsettust í Kaldbak.
Tá slaktið var fyri var eisini nógv at gera. Tað vóru 220 áseyðir, og vanliga var skurðurin um 170-180, og nokk so fitt av tí varð flett á Sundi. Tá komu menn úr Havn at fletta. Ein teirra var Martin Kúrberg, kendur sum ein sterkur formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Martin kundi vera nokkso boysin, men Tóra letur sera væl at honum. Hann var altíð til reiðar at gera ein beina, tá tað skuldi koyrast eitt ella annað við bilinum hjá honum.
Umfram tað, sum varð flett, var eisini seyður sendur livandi til Havnar. Tað var Karl hjá Vága Heina og Jens Reinert, sum keyptu seyðin. Teir fingu flett seyðin, og kjøtið við avroðum varð selt í teirra handlum. Tá mátti øll gongan rekast til endan á Sundsvegnum, og seyðurin var fluttur víðari við lastbili.
Tóra var biðin at senda børnini til Eiðis í skúla
Tað merkiliga var við bygdini á Sundi, at bóndahúsini hoyrdu til Kaldbaks kommunu, meðan húsini hjá Gustav hoyrdu til Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, sum seinni gjørdist ein partur av Tórshavnar kommunu. Hetta merkti nú ikki dagligdagin.
Tá Hans og Tóra fingu børn, vóru eingi onnur børn á Sundi. Tá elsta dóttirin, Benadikta, skuldi fara í skúla gjørdist trupulleiki. Sum greitt frá í seinasta blaði høvdu Sund og Kaldbak upprunaliga felags lærara. Men hetta vildi Kaldbak ikki góðkenna longur. Teir vildu hava ein heilan lærara fyri seg sjálvan. Men samstundis høvdu skúlamyndugleikarnir ongan hug til at spandera ein lærara uppá eitt ella tvey børn á Sundi. So teir spurdi Tóru, um hon ikki bara kundi senda børnini til Eiðis til mammu hennara, so kundu tey ganga í skúla har! Men Tóra var ikki so at syfta. Hon hevði ongan hug til at senda børnini so langt burtur, sum Eiði var tá við tí ferðasambandi, sum var. Annars var mamman so illa gongd, at hon var ikki før fyri at taka sær av børnum. Hetta gjørdi, at Benadikta, elsta dóttirin, misti fyrsta skúlarárið.
Tá fingu tey eina skipan við ferðalærara. So tey máttu skiftivís deila lærara við bygdir sum Múla, Koltur, Skæling og Kaldbaksbotn. Undirvísingartíðin skuldi vera helvt um helvt, men hetta kundi ikki ganga eftir einun føstum leisti, sum ferðaumstøðurnar vóru tá. Tí skuldi skipast so fyri, at tá árið var liðugt skuldi javnvág vera í. Tóra letur væl at lærarunum. Oftast vóru tað vikarar, sum ikki høvdu læraraprógv, men hetta bilaði ikki.
Fyrsta telefonsamrøðan var av Sundi
Nútíðin kom seinni inn á Sund enn í restini av landinum. Ravmagn kom ikki fyrr enn í 1962, og tá bygdu tey eitt nútímans fjós til 20 kýr. Vegur kom ikki fyrr enn í seinast í 70-unum. Henda vegagerð helt so áfram til Kaldbak, tá bygdin legði saman við Tórshavnar Kommunu.
Tá sagt verður, at nútíðin kom seinni inn á Sund, enn í restini av landinum, er tó vert at skoyta uppí, at eitt stórt tøkniligt framstig í Føroyum kom fyrst á Sund, og tað var telefonin. Tað var soleiðis, at tá norskir telefonmenn løgdu telefonlinjuna hjá Ólavi á Heygum úr Havn til Vestmanna, var Sund fyrsta bygd, sum teir komu til, og teir ringdu sjálvir til Havnar fyri at vita, um alt riggaði sum tað skuldi. Sostatt var fyrsta millumbygdatelefonsamtala í Føroyum ringd av Sundi til Havnar. Áðrenn tað hevði bara verið tosað millum nøkur hús innanbýggja í Havn.
Seinastu árini er nógv broytt á Sundi. Fyrst kom elverkið í 1972. Størsta avbjóðingin kom í seinnu helvt av 1980-unum, tá býráðið skuldi gera ídnaðardepil á Sundi. Fortreytin fyri hesi ætlan var, at bóndagarðurin varð tikin burtur. Men hetta var Tóra als ikki við uppá, og Poul, sum annars var kendur sum ein sera sterkur borgmeisrari, sum fekk alt sítt ígjøgnum, mátti bakka fyri Tóru, og tí liggur garðurin enn..
Børnini á bóndagarðinun gjørdust ikki gomul. Av teimum níggju systkjunum livir bert Villi eftir, og hann býr í Danmark. Hans var bert 66 ára gamal, tá hann doyði í 1990.
Tey bæði, Hans og Tóra, fingu børnini Benadikta, Sigrid, Jákup og Hanus, og Tóra eigur tvey ommubørn.
Tað er áhugavert, at tað liggur so nógv søga í hesum húsum, sum bilar koyra framvið í túsundatali hvønn dag uttan at varnast, at her liggur ein heil bygd við allari hennara søgu.
Søgan um gamla Hans Bærentsen
FF-blaðið hevði í 2002 eina frásøgn um lívið hjá Dánjal J Bærentsen, gamla djóralæknanum. Pápi hansara var av Sundi og mamman úr Kaldbak og er hetta tískil ein partur av søguni hjá Sund og Kaldbak.
Tí verður hon tikin við her.
Dánjal Jacob var føddur 8. oktober 1916. Pápi Dánjals var Hans Bærtensen, sum var av Sundi, og hann var beiggi Jákup, mannin hjá Ullu. Mamma Hans var bóndadóttir úr Kvívík. Tí varð Hans sendur norður til Kvívíkar longu sum tvey ára gamal, har hann skuldi búgva hjá abbanum við tí endamáli, at hann skuldi yvirtaka garðin.
Men longu tá Hans var 7 ára gamal, doyði abbin, og Hans fekk meira og minni ábyrgdina av garðinum, áðrenn hann gjørdist tilkomin. Hansara barndómur gjørdist heilt øðrvísi enn hjá børnum annars. Dánjal fortaldi, at pápin sum 12 ára gamal bað onkran stinga eina kúgv fyri seg. Viðkomandi svaraði aftur, at tað mátti hann kunna klára sjálvur – og tað gjørdi hann eisini!
Pápin gekk í skúla ein mánað
Skúlagongdin gjørdist tí eisini sum best bar til. Hans fór í skúla 1. apríl 1905, sum 14 ára gamal, men hann mátti fara úr skúlanum longu 1. mai, tí hann mátti sáa korn. Skúlagongdin gjørdist tískil bert ein mánaður.
Men tað vísti seg, at hóast fólk ikki gingu í skúla, so kláraðu tey seg merkiliga væl kortini.
Kona Hans, sum var úr Kaldbak, gekk als ikki í skúla. Í Kaldbak kom skúli ikki fyrr enn í 1911. Pápin lærdi tey at lesa og skriva og so sjálvsagt barnalærdómin. Dánjal greiðir frá, at hann átti eina mostir, Matilda, í Århus. Tá hon doyði, tók hann sær av skiftinum. Tá fann hann 21 brøv frá mammu síni til mostrina, og tey vóru skrivað á donskum. Mostirin bleiv fyristøðukvinna á einum barnaheimi. Hon vildi fegin hava børnini fram í verðini, og fleiri blivu akademikarar. Dánjal glósaði eina ferð mostrina við, hví hon endiliga vildi hava børnini at fara undir lesnað, tá hon sjálv kundi klára seg so væl uttan skúlagongd yvirhøvur. Mostirin legði eina við, at hetta máttu børnini ikki fáa at vita, tí so kundi hon missa respektina hjá børnunum. Sjálv vildi hon tó læra, og hon gekk á háskúla í tvey summar.
Festi undir formyndaraskapi
Hans festi sum 18 ára gamal undir formyndaraskapi í 1909. Myndugleikaaldurin var jú 25 ár. Hann fekk húshaldirsku, Kristianna, sum helt hús hjá honum í uppvøkstrinum til um 1908/09.
Í 1915 giftist Hans við Angeliku Jacobsen úr Heimistovu, Kaldbak, og árið eftir varð Dánjal føddur. Hon hevði havt tuberklar, sum nú vóru innikapslaðir, og hildu tey tí, at hon var frísk. Men tá hon stutt eftir fær dóttrina Bodil, bróta tuberklarnir út, og tað gekk bert stutt tíð til mamman doyði. Tá var Dánjal bert fýra ára gamal.
Eftir at Angelika var deyð, kom systir hennara, Jacobina, at halda hús, og tað endaði við, at Hans giftist við henni. Tey fingu tveir synir, Tummas, sum tók við garðinum, og Hanus, sum gjørdist lækni. So umframt at vera beiggjar Dánjals vóru teir eisini systkinabørn.
Jakku: Ørindi í Havn
Vit plagdu at rógva til Kaldbaks í handilsørindum. Tað kundi tó ofta koma vindur á fjørðin. Handilsmaðurin í Kaldbak Napoleon Nolsø var altíð so stúrin fyri veðri, og hann vildi altíð hava okkum skjótt avstað aftur, tá vit vóru har inni og keyptu. Vit vóru bert 8-9 ár, tá vit róðu til Kaldbaks at keypa. Tað vóru tveir handlar í Kaldbak. Hin var hjá Petur Mohr Reinert, og hann hevði eitt stórt vøruúrval.
Vit vóru eisini ofta ørindi í Havn, men tað vurderaðu vit einki. Vit fóru ofta til Havnar, um mammu manglaðu okkurt smáting, sum hon skuldi brúka til at baka kaku ella okkurt sovorðið. Um vit runnu, tók tað ein tíma til Havnar, men við vanligari gongd tók tað hálvan annan tíma og líka leingi heim aftur. Tað er 7-8 kilometur hvønn vegin. Vit gingu ikki framvið Hvítanes uttan so, at vit skuldu vitja fólk har. Annars gingu vit eftir Vatnaskørðum. Tað var eitt sindur tyngri, men tað var stytsta leið.
Vit skóru eisini torv, men her var sera ringt til torv. Tað var oman móti Havnini á Vatnaskørðum. Vit kundu eisini skorið oman fyri húsini á hamrinum, men har var so lítið, og tá mátti leitast alla tíðina eftir nýggjum torveygum. Við hvørt plagdu vit at læna ross frá pápabeiggja Óla Reinert í Norðradali til at reiða torvið.
Tá prísurin fyri sild var tvær tímalønir
Vit plagdu at fiska sild á Kaldbaksfirði við gørnum, og at fiska sild dámdi okkum so sera væl sum smádreingir. Vit høvdu ikki so nógv gørn, eg haldi, at tey vóru fýra. Men undir krígnum var tað so merkiligt, at sildin hvarv og tað var sera lítið at fáa. Men hetta ávirkaði prísin so tað munaði.
Tá kom prísurin onkuntíð upp á 1,25 fyri hvørja sild. Hetta høvdu verið nógvir pengar í dag, tá vit hugsa um, at tímalønin mitt í 30-unum var um 50 oyru. So dýrt agn kundu bert verða brúkt til snørisagn, og tað var eisini væl drýggjað. Við línu mátti annað agn brúkast sum til dømis fliður. Kaldbaksfjørður var góður til vársildina. Hon var góð til agn, men ikki góð til mat, tí hon var rak. Kaldbaksfjørður var ringur til summarsildina. Kanska hevur fjørðurin verið ov djúpur. Sildin kundi koma inn, men hon hvarv skjótt aftur. Tá var Skálafjørður og Sundalagið so nógv betri, men har royndu vit ikki. Í Kaldbak kundu keypmenninir keypa nakað av sild til at salta, men tað gjørdu vit ikki á Sundi. Fekst ov nógv av sild, so slapst ikki av við hana, og á vári í gýtingartíðini var hon eisini so kalda rak. Tað hjálpti tó uppá avsetningin, at tað komu nógvir at keypa sild til agn.
Vit høvdu ikki seyð, men sluppu kortini at hava seyð í onkra skorð sum til dømis í Kallskor og Reipaskor vestanfyri Nípuna. Pápi plagdi at fara í skoruna við teimum bóndunum, og hann fekk tvey tey bestu lombini. Tá pápi var yngri, var hann eisini fjallmaður og fekk fjalllomb. So vit høvdu altíð einar 8-10 seyðir. Men vit vóru eitt stórt hús, so tað var skjótt at brúka eitt krov. Tá ótu vit eisini tað feita, men nú vil eingin síggja tað.
Tvey ár á Viðareiði
Tá eg var smádrongur var eg tvey ár hjá ommu á Viðareiði, tá eg var undir skúlaaldur.
Omma hevði tað sera strævið. Omma og abbi giftust nakað áðrenn aldarskiftið, og tey giftist inn hjá langabba og langommu. Abbi róði út og var vaktarmaður á prestbátinum. Nøkur ár róði hann út í Íslandi, og nøkur ár var hann til skips við beiggja sínum Magnus, sum førdi Viðoy. Omma og abbi áttu sjey børn. Men í 1916 gjørdist abbi sera sjúkur og doyði bert 49 ára gamal, og bert níggju mánaðar seinni lá langabbi deyður frammanfyri seingina. Stuttt eftir verður elsti mammubeiggin, Jakku, sum eg eiti eftir, og sum var farin til Havnar at læra til skómakara, smittaður av tuberklum og innlagdur á Sanatoriið. Einasta vón um heilsubót var at fara til Danmarkar at fáa skurðviðgerð. Hetta kostaði ikki so lítið, og omma tekur lán upp á jørðina, hon eigur, fyri at fáa hetta fíggjað. Men hetta hjálpti einki og stutt eftir, at Jakku er komin heim aftur, er hann deyður. Omma missir tískil innan 10 mánaðir mann, verfaðir og son.
Her mátti standa á fíggjarliga, men húskið slapp undan við hjálp frá Gudi og góðum fólki. Omma hevði eisini eina bindimaskinu, og hon bant fyri fólk, ikki minst uppá skipsmenn. Hendan bindimaskinan kom til okkara á Sundi, tá omma fall frá, og mamma brúkti hana nógv til at binda uppá okkum.
Annars hevði eg tað sera gott á Viðareiði
Eg minnist ein sum kallaðist Demma. Hann var roknaður fyri at vera menningartarnaður, men øll vóru góð við hann. Tað var tað sjáldsama við honum, at teir í bygdini royndu, hvussu nógv hann kundi minnast. Hann kundi verða biðin um at fara til handils at keypa 27 ting, og hann kom aftur við øllum. Hann var eisini sera blíður og góður við børn.
Nógv samband til Norðadals
Vit fóru ofta til Norðadals, har vit jú áttu hópin av skyldfólki. Tað var eisini ofta, at vit fóru hagar at spæla. Ein javnaldur hjá mær í Norðradali var Eiko Apol, so tað lá væl fyri. Eg minnist serliga væl abbasystir Charlottu, kalla Lotta, sum var so ótrúliga skilagóð. Vit kallaðu hana gumma. Hon gjørdist elligomul, og var virkin til tað seinasta. Hon var so sera góð við meg og nógv onnur. Men hon kundi kortini vera eitt sindur áfallan. Victor Danielsen plagdi at koma til Norðradals at vitja og eisini at hava møtir. Óli Reinert, pápabeiggi, var jú ein kendur limur í Brøðrasamkomuni, so teir høvdu nógv saman. Lotta var kirkjufólk, og hevði ikki heilt gott eygað til Victor. Men hetta javnaði seg. Einaferð Victor var í Norðadali, bað hon Óla fara í hagan eftir einum lambi til Victor.
Victor plagdi eisini at koma inn á Sund. Hetta var mest tá hann var á ferð, og hann steðgaði á hjá okkum.
Sjálvi plagdu vit at fara til Kaldbak á møti hjá Brøðrasamkomuni, har Hans Vang var í velmaktini tá. Tey á bóndagarðinum fóru til Kaldbak í kirkju. Doyðu fólk vórðu tey grivin í Kaldbak.
Tá Anna basti tarvinum
Tá FF-blaðið hevði søguna hjá Onnu á Váli í 2003, hevði hon eina frásøgn um eina serliga hending á Sundi einaferð hon kom úr Norðradali. Hon greiddi soleiðis frá:
Meðan eg og hesturin ganga inn eftir Fløtunum móti Sunds bygd, sá eg at neytini lógu dygst upp ímóti hamrinum. So hugsaði eg, at eingin vandi var á ferð. Men nú loysir tarvurin frá neytunum við levind og gang. Hann kemur ýlandi, slevandi og skavandi oman móti bakkanum. Tá hann steðgaði var bara hesturin millum meg og tarvin. Hjá mær var einki at gera. Eg var deyðadømd. Eg rópti til Gud, at nú mást tú hjálpa mær, eg kann einki gera. So kom tað innskotið at leypa upp í loft, spenna armar og bein út frá, og so gera eitt indianarahyl, so hart sum eg orkaði. Tarvurin, hann stóð sum negldur. Eg dýki á hestin og vit kapprunnu. Tá vit komu til portrið var tað ein haspa av jarntráði, ið var smoygd yvir báðar stólparnar. Í skundi reyk haspan av, og inn í bøin. Eg gav mær ikki stundir at leita og fáa haspuna á aftur, tí eg hoyrdi, at tarvurin var byrjaður aftur at renna. Men vit komu í túnið hjá bóndakonuni í øllum góðum. Har komu tríggir hundar móti mær, snoddaðu og lupu næstan uppá økslina á mær. Men eg kendi teir, so teir ræddist eg ikki.
Bóndakonan á Sundi, Ulla, fekk sjálvandi at vita um skilið, og hon segði: »Eg havi sagt tað við mannin, at tarvurin er mannúlvur.« Anna tordi ikki at fara einsamøll avstað aftur av ótta fyri at hitta tann illa tarvin enn eina ferð. Avrátt varð, at sonurin í bóndahúsinum, Baggu, skuldi fylgja henni á leið. Tað bar ikki vandari á, at tey ganga seg fram á tarvin, sum framvegis var líka illur. Baggu visti, hvat hann skuldi gera. Hann gjørdi nevniliga tað sama, sum Anna hevði gjørt av sínum eintingum. Hann skar í eitt ýl, og tarvurin stóð aftur sum steinrunnin, og sloppið var.
Annars minnist eg, at Anna, sum er eitt ár eldri enn eg, var so krútsterk. Hon syfti 100 punds sekkir sum einki!
Lotta, sum visti alt um neyt, plagdi annars at siga, at loysti tarvur frá neytunum var hann mannúlvur, og tað var ikki lukkuligt. Her var einki at gera uttan at taka tarvin av, og hetta varð eisini gjørt við tarvin á Sundi. Óli Reinert plagdi at siga, at tarvur skuldi ikki gerast meira enn fýra ára gamal, tí tá gjørdist hann ov djarvur.
Men Lotta ræddist ikki tarv. Gjørdist tarvur ov næskur, stillaði hon seg so, at hon kundi hyggja inn í eygini á tarvinum og stara hann beint í eyguni, og tá endaði tað altíð við, at hann bakkaði.
Samband við Kaldbaksbotn
Okkum dámdu eisini væl at fara inn í Kaldbaksbotn.
Norðradalsmenn høvdu ein lítlan bát standandi her. Har báturin stóð var kallað Dalastøð. Norðradalur var brimpláss, og tí bar illa til at rógva út haðani. Men tá tørvur var á feskum fiski, gingu teir yvir í Kaldbaksbotn og fóru á flot haðani. Báturin var lítil, so tað var ikki so langt tað kundi farast. Men á fjørðinum fekst so altíð eitt kók.
Vit plagdu rógva inn í Kaldbaksbotn. Har var so fult av lívi, ikki minst fugli. Her vóru til dømis havgæs, hegrar og villdunnur.
Her var eisini fitt av síli. Eg minnist eina ferð, at vit settu eitt garn inni í botninum. Men har komu bert fýra síl í. So settu vit garnið aftur. Síðan tóku vit smásteinar úr fjøruni í bátin, og so fóru vit at steina eftir sílunum! Hetta eydnaðist væl, og nú fingu vit 27 síl.
Vit plagdu eisini at skjóta fugl til matna. Um summarið skutu vit lomviga og um veturin álku. Vit skutu eisini havgæs, sum fitt var til av. Tað kann skoytast uppí, at í dag er fitt av havhesti uppi í hamrinum, men fyrst eg minnist var eingin.
Kaldbaksfjørður er ein fjørður við nógvum lívi. Eisini av skeljafiski. Tað var javnan, at vit fóru oman í fjøruna eftir øðum, sum vit løgdu á komfýrin at loypa.
Á landi fingu vit eisini væl burtur úr. Vit høvdu rabarbugarð, har tað vaks væl. Mamma hevði úr at gera við at gera raburbur til greyt og súltutoy, sum strekti alt árið.
Komandi partur
Í komandi parti fer Jakku til skips, og hann kemur at sigla stórt sæð alla krígstíðina. Hann var við Norðbúgvanum 33 túrir út í eitt og var saman við manningini á Tór 2, áðrenn teir fóru sín seinasta túr. Tað tyktist sum at teir høvdu okkurt ánilsi…