Fyrsta útlendska navnið Við Brúnna

Eisini spæla ársins bólkur og rokkararnir úr Klaksvík í Danny & The Veetos

Dansk/føroyski bólkurin Littlefish fer at spæla við Brúnna í summar. Bólkurin spælir harðan melodiøsan rocktónleik við feitum riffum, og teir, ið manna bólkin eru sera góðir og væl samanspældir tónleikarar. Littlefish er mannað við Henrik Berger, sum syngur og spælir gittar, Dennis Andreasen, ið spælir bass og føroyska Fríða Øster á trummum. Studioútgávan ”The Gordian Knot” kom út í 2014. 

Punjab vunnu heiðurin sum “Ársins bólkur” og “Nýggja navn” á FMA í marts í ár. Punjab er ein sera góður og orkumikil bólkur, sum setur futt í allastaðni har, sum teir framføra. Bólkurin varð stovnaður fyri nøkrum árum síðani. Í 2015 góvu teir fyrstu útgávuna, “The Flying Elephant”, út og síðani hava teir útgivið nøkur stakløg eisini.

Danny & the Veetos er ein sera vældámdur bólkur úr Klaksvík. Teir byrjaðu at spæla fyri umleið trimum árum síðani og hava havt sera nógvar framførslur runt um í Føroyum. Vit gleða okkum til hittini at ”Sunnukvøld í Mai” og ”I’m Afraid” fara at ljóma við Brúnna leygardagin 9. juli.