Fyrsta uppgerðin verður í nátt

Klokkan tvey í nátt vera teir báðir, sum kappast um at vinna forsetaembætið í USA, at síggja í kjaki á CNN sjónvarpsrásini Tað eru fimm vikur og fýra dagar inntil týsdagin 4. november. Tá skulu amerikonsku veljararnir gera av, um forsetin skal verða John McCain úr republikanska flokkinum, ella um forsetin skal verða Barack Obama úr demokratiska flokkinum.

Trý sjónvarpsorðaskifti eru avrádd millum teir báðar. Tað fyrsta verður í nátt. Klokkan tvey verður møguleiki at fylgja við á CNN sjónvarpsrásini.

Í gjár boðaði John McCain frá, at hann orsaka av stóra fíggjarliga aldudalinum í USA ikki fór at luttaka í orðaskiftinum. Nú hevur hann broytt støðu og fer at taka lut. Upprunaliga varð ætlað, at teir báðir skuldu kjakast um uttanríkispolitikk. Nú er hetta broytt soleiðis, at teir fara at kjakast um støðuna í amerikanska búskapinum.

Veljarakanningarnar seinastu tíðina hava bent á, at Barack Obama eigur væl størri undirtøku enn John McCain. Tí halda serfrøðingar, at tað hevur alstóran týdning fyri McCain at standa seg væl í orðaskiftinum í nátt. Víst verður á, at Obama ongantíð stóð seg nakað serligt, tá ið hann fyrr í ár í sjónvarpinum kjakaðist við Hillary Clinton, og at John McCain stóð seg væl, tá ið hann fyrr í ár kjakaðist við eitt nú fyrrverandi borgarstjóran í New York, Rudy Giuliani, sum annars plagar at standa seg væl í sovornum orðaskiftum.

Orðaskiftið í nátt verður varpað frá University of Mississippi í suðurstatsbýnum Oxford. McCain er á heimavølli, tí í Mississippi eigur republikanska valevnið nógv størri undirtøku enn mótstøðumaðurin.