Fyrsti altjóða sigurin til gøtumenn

Fótbóltur: Men sigurin hjá gøtumonnum var ikki nóg dyggur at tryggja víðari luttøku í kappingini

Intertoto Cup. GÍ-NK Jedinstvo 1-0 (0-0)


Síðani 1994 hevur GÍ á hvørjum sumri verið í altjóða kappingum. Onkuntíð hava úrslitini verið mett at vera góð, men GÍ hevði ongantíð vunnið, tá teir leygarkvøldið á Svangaskarði skuldu royna at pynta um óneyðuga 3-0 tapið, sum teir næstsíðsta leygardag liðu í Bosnia.

Intertoto Cup kappingin verður ikki roknað at vera á sama støði, sum hinar Europa Cup kappingarnar, men hóast tað, so vóru teir í GÍ nøgdir við, at tað endiliga eydnaðist teimum at vinna. Men hóast at teir vóru nøgdir við sigurin, so vóru gøtumenn ikki nøgdir við, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna so sannførandi, at tað hevði havt pláss við sær í næsta umfarinum, og tað er væl skiljandi, tí sammett við hini liðini, sum í europeisku kappingunum hava vitjað GÍ á Svangaskarði, so mundi hetta liðið úr Bosnia vera tað veikasta.


Verjukendir

GÍ hevði møguleikar at vinna meiri enn við tí eina málinum, sum teir fingu miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tað var sjón fyri søgn, at bosnisku gestirnir vóru ikki komnir á Svangaskarð at undirhalda. Teir høvdu alla tíðina fimm spælarar í aftastu ketuni, fýra í miðvallarketuni og so bara ein mann heilt á toppinum.

GÍ hevði fyri tað mesta bóltin, og tað var torført at koma ígjøgnum. Í 1. hálvleiki høvdu gestirnir onkran hálvan møguleika, og í 2. hálvleiki vóru teir bara eina ferð nær við málið hjá Sunvardi Joensen, sum hevði millum lítið og einki at gera.

Ein bosnisk útvarpsstøðu sendi beinleiðis frá dystinum, og spentu viðhaldsfólkini í Bosnia fingu ivaleyst fatanina av, at teirra lið heldur var hugað at verja enn at leypa á. Ein miðvallari fór framvið einsamalla álopsmanninum, og so royndu teir meiri ella minni heilhjartaðir at skapa okkurt.


Møguleikarnir

Johan Nielsen hevði Sunvard Joensen í málinum. Í miðverjuni vóru Poul Ennigarð, Jóan Petur Olsen og Bartal Eliassen, á miðvøllinum vóru Rúni Justinussen, sum ikki tóktist serliga darvaður av skaðanum fyrrenn hann smáar fimm minuttir undan leikloki varð avloystur av Leivi Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor og Súni Olsen, frammanfyri teir var Sámal Joensen, og á toppinum vóru Alexander Radosavlovic og Henning Jarnskor.

Serliga í 2. hálvleiki gekk alt fyri seg frammanfyri bosniska málið. Gøtumenn hava onkuntíð spælt betri, enn teir gjørdu leygarkvøldið, men yvirvágin var fullkomin. GÍ spældi grís, sum tað plagdi at verða kallað, tá tað bara verður spælt móti øðrum málinum. Viðhvørt var tað eitt sindur striltið at koma ígjøgnum, men GÍ hevði fýra ella fimm møguleikar, sum væl kundu havt givið mál.

Gøtumenn høvdu fleiri enn tjúgu hornaspørk, men tað var bara ta einu ferðina, at tað eydnaðist at fáa mál. Tað restaði eitt lítið korter, tá tað eftir hornaspark úr høgru stóðst eitt sindur av aftur og fram, og endin var, at miðverjin Bartal Eliasen sendi í málið.

Og so kunnu teir í Gøtu iðra seg um misnýttu møguleikarnar og filosofera um, hvussu tað hevði gingið, um teir høvdu megnað at fingið mál. Súni Olsen fekk beinanvegin ein møguleika. Hann kom leysur í vinstru, hann royndi móti nærra stólpanum, men málverjin, sum var klárt besti maður á bosniska liðnum, bjargaði. Henning Jarnskor sendi dygst innanfyri stólpan, men málverjin bjargaði, og Sasha hevði tveir møguleikar, sum hann misnýtti (seinnu ferðina kundi hann spælt uppaftur meiri leysa Sámal Joensen, og fram móti endanum sendi Sámal Joensen dygst omanfyri samankomingina, eftir at Símun Petur Justinussen, sum var komin á vøllin, hevði lagt bóltin fyri føturnar á honum.