Sarajevo: Longu klokkan 6.45 varð landsliðið purrað út týsmorgunin, soleiðis at fyrstu venjingarnar í Sarajevo kundu fáast frá hondini, áðrenn spælt verður.
Eina mest mundi ráða um at fáa ferðamøðina nakað úr kroppinum, áðrenn spælast skuldi, men hartil gav hetta eisini møguleika at kunna seg um umstøðurnar í Vogosca-høllini, har allir dystirnir í kappingini verða spældir. Ein kunning, sum ivaleyst kemur væl við, tí í nógvar mátar livir høllin ikki heilt upp til teir standardir, sum føroyskir hondbóltsspælarar eru vanir við.
Hóast umstøðurnar, so tóktust venjararnir báðir vera nøgdir um, at mest sum allar av spælarunum tykjast vera púrasta klárar til dystirnar. Einastu ivamálini í løtuni eru Ása av Neystabø, sum hevur ein ferðil av krími, og Annika Ljósstein, sum hevur fingið bruna í tannkjøtið. Hon var í gjár á sjúkrahúsi og hjá tannlækna, har hon fekk viðgerð fyri brunan. Roknað verður við, at hon hvílir seg frá dystinum í dag.