Fyrsti dysturin hjá Paula í Sandnes endaði við tapi

Pauli Jacobsen vardi málið allan dystin

Mynd: HSF

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen spældi í kvøld fyrsta dystin við Sandnes í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í Vår Energi Arena Sandneshøllini tók heimaliðið móti stórliðnum, Drammen sum hevur eina stóra og stolta søgu í norskum hondbólti.

 

Drammen vann dystin 33-26. Útiliðið legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Drammen á odda 18-10. 

 

Pauli bjargaði átta av 39 málroyndum, ið svarar til 21 prosent.

 

Sandnes er aftast í deildini við átta stigum. Teir eru tó bara eitt stiga aftanfyri Bækkelaget, og eru tvey stig aftanfyri Halden og Arendal.

 

Sunnudagin klokkan 17 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Nærbø.

 

Mynd: HSF