Suðuroyartunnil styrkir føroyska sjálvbjargnið

- Suðuroyartunnilin má koma – fyrst og fremst fyri okkum, sum búleikast her. Tá fáa vit fólk at trívast og støðast. Kemur tunnilin ikki, verður skjótt fólkatómt, sigur Ása Holm, sum er borgarstjóri

 

Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?

- Ja, tað havi eg vónir um, sigur Ása Holm, sum er borgarstjóri í Porkeris kommunu. 

Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?

- Allan týdning! Ein tunnil hevði gjørt tað nógv lættari at búleikast í Suðuroy. Fólk høvdu sloppið undan avlýsingum og seinkingum vegna vánaligt veður. Suðuroy hevði blivið javnstillað við restina av Føroyum. 

Hon heldur, at ein Suðuroyartunnil eisini hevði gjørt, at Føroyar gjørdust eitt meira samanhangandi samfelag, tí tunnilin hevði bundið Føroyar meira saman. 

Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár? 

- Ja!   

 

Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur? 

- Suðuroyartunnilin má koma – fyrst og fremst fyri okkum, sum búleikast í oynni. Tá fáa vit fólk at trívast og støðast her. Kemur tunnilin ikki, verður skjótt fólkatómt í oynni, sigur Ása Holm.

Hon vísir á, at Suðuroy hevur góða staðseting fyri orku, fiskivinnu og aðrar vinnur. 

- Eitt fast samband millum Suðuroynna og meginøkið hevði styrkt føroyska sjálvbjargni, og tunnilin hevði bundið Føroyar tættari saman, bæði vinnuliga, mentarliga, sosialt og eisini mentalt, leggur hon aftrat.