Dánjal og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

Talan gjørdist um eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í Íslandi

Mynd: RÚV

Øll fýra føroyingaliðini í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti vóru í leiki í kvøld. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram vunnu á heimavølli á oddaliðnum, ið er liðið hjá Sveini Olafssyni, Afturelding. Dysturin endaði við 30-26 sigri til Fram, ið eisini var frammanfyri við fýra málum í steðginum, 16-12.

 

Dánjal skoraði fýra mál.

 

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali taptu á heimavølli greitt 34-41 fyri Haukum, ið vóru á odda 22-15 í steðginum. 

 

Bjarni skoraði fimm mál.

 

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni taptu á heimavølli 24-29 fyri Þór. Í steðginum var Þór greitt á odda 17-10.

 

Jóhannes skoraði trý mál.

 

Støðan:

 

Nr. Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1 Haukar161204540:4657524
2 Valur161204520:4823824
3 Afturelding151113467:4283923
4 FH161015497:4633421
5 KA161006523:514920
6 ÍBV16916504:4911319
7 Fram15807469:4462316
8 Stjarnan164210450:482-3210
9 HK165011448:495-4710
10 Þór163310449:490-419
11 Selfoss164111488:541-539
12 ÍR161312501:559-585

 

 

 

Mynd: RÚV