Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fara lærarar at undirhalda á Reinsarínum í Havn.
Føroya Lærarafelag hevur nú í nøkur ár skipað fyri tiltøkum, har lærarar undirhalda við sangi og tónleiki.
Hetta í ásannan av, at fleiri lærarar duga væl innan sang og tónleik, og at nakrir teirra eisini javnan spæla alment og geva út.
Konserin byrjar klokkan 19:30 og spurnarkapping er eisini á skránni.











