Gott hjá pensiónistunum
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin er ein grunnur, sum ger tað møguligt hjá pensiónistum og fyritíðarpensiónistum at fáa lán til at bjálva húsini betur og harvið minka um oljunýtsluna til upphiting.
Hetta er ein stórur lætti fyri hesar samfelagsbólkar, sum ikki hava ov nógv av peningi og har oljurokningin kann kennast serliga tyngjandi. Hugsanin er nú at tilboðið eisini skal fevna um aðrar samfelagsbólkar – hetta er at fegnast yvir.
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin er ikki nakar nýggjur grunnur, men trupulleikin hevur verið, at eingin peningur hevur verið í grunninum. Nú verður peningur fluttur inn í grunnin, soleiðis at hann aftur gerst virkin.
Minka um oljunýstluna
Oljunýtslan í Føroyum er ein stórur og tyngjandi postur, bæði hjá húsarhaldunum og á gjaldsjavnanum. Tí hevur tað stóran týdning at fremja átøk, sum minka um oljunýtsluna. At vit samstundis eisini minka um útlátið av vakstrarhúsgassum ger tað heila bara enn betur.
Av tí at sethús er stórur partur av samlaðu húsamongdini, vil ein minking í oljunýtsluni har hava stóran týdning fyri at røkka málinum. Pensiónistar sita ofta í elstu og minst bjálvaðu sethúsunum og hevur tað eyka stóran týdning at fáa júst hesi húsini bjálvaði betur.
Skapa virksemi í byggivinnuni
Ein onnur orsøk til tiltakið er, at stimbra um virksemið nú tekin eru um at búskapurin og serliga byggivinnan er fyri bakkasti. Bjálving og umvæling av húsum er serliga arbeiðskrevjandi og vil hetta vera við til at stimbra munandi um virksemið í byggivinnuni. Umvæling av húsum verður ofta sagt at hava ein lønarpart á millum 65 og 70 prosent. Til samanberingar hevur ein íløga í ein tunnil einans ein lønarpart á umleið 20 prosent. Umvæling av húsum vil hava nógv størri ávirkan á byggivinnuna og vil harumframt geva munandi fleiri inntøkur í landskassa og kommunukassarnar, enn um peningurin bleiv brúktur til berghol og vegir.
Til stuttleikar kann eisini nevnast, at meðan bankabjargingarnar vóru uppskot úr danska fólkatinginum, er hetta uppskotið eitt reint føroyskt uppskot. Tí má hetta uppskotið metast at vera fyrsta føroyska íkastið til ein hjálparpakka til búskapin.
Langt og hart stríð
Langt og hart stríð hevur verið fyri at fáa framt tiltakið. Arbeitt hevur verið fyri at skapa undirtøku fyri uppskotinum, og hevur hetta eydnast bæði í samgonguni og anstøðuni.
Hóast undirtøkan hevur verið fyri uppskotinum, hevur gingið sera striltið at fáa landsstýrið at koma við neyðugu lógarbroytingunum. Tá evstamarkið at leggja lógaruppskot fyri tingið er í dag, fríggjadagin 27. februar, avgjørdi eg fyrr í vikuni sjálvur at taka stig til at leggja uppskotið fyri tingið, saman við øðrum uppskotsstillarum. Tá vísta tað seg at ganga skjótari hjá landsstýrinum at koma við neyðugu lógarbroytingunum. Tí bleiv avgerð tikin um ikki at leggja uppskotið fyri tingið, men heldur at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.
Eg vil tí hervið takka landsstýrismanninum í fíggjarmálum fyri at hann loksins kom við lógaruppskotinum.