Fyrsti føroyski oljufilmurin frumsýning í London

Tað skuldu blíva føroyskir útisetar í Bretlandi, sum vórðu tey fyrstu at síggja spildurnýggja filmin, sum Statoil hevur latið gera av fyrstu oljuboringini við Føroyar nakrantíð, boringini við Sovereign Explorer fyri góðum árum síðani.

Filmur
Jan Müller

Tað skuldu blíva føroyskir útisetar í Bretlandi, sum vórðu tey fyrstu at síggja spildurnýggja filmin, sum Statoil hevur latið gera av fyrstu oljuboringini við Føroyar nakrantíð, boringini við Sovereign Explorer fyri góðum árum síðani. Hetta hendi seinasta týskvøld, tá samkoma var fyri føroyskum útisetum í Bretlandi.
Filmurin varir í umleið 25 minuttir og verður fylgt við arbeiðinum hjá Statoil í Havn í sambandi við fyrireikingarnar beint undan boringini og sjálvum boriarbeiðinum umborð frá byrjan til enda. At henda boringin ikki endaði við einum fundi, sum mong høvdu vónað, er so ein annar spurningur.
? Tað vóru 29% sannlíki fyri at finna olju og 71% fyri ikki at treffa við olju segði Rúni Hansen, stjóri í Statoil, tá hann greiddi frá arbeiðinum hjá felagnum í Føroyum og framtíðar útlitum. Í framløgu síni legði hann annars stóran dent á tann mest týðandi spurningin í føroyskari oljuleiting í framtíðini, nevniliga hvussu basaltknúturin kann loysast skjótt og væl sum hann tók til.