Fyrsti føroyski príslistin

Hesaferð hava vit mynd av fyrsta føroyska príslistanum. Talan er um príslistan hjá Conrad Juhlert, sum hevði handilin "Thorshavns Pianomagasin & Musikforretning" í Havn. Hann gav eisini út fyrstu føroysku gramofonplátuna

Í 1921 komu feðgarnir Conrad og E.F.S. Juhlert til Føroyar, teir vóru danir.
Orsøkin var, at sonurin hevði fingið arbeiði sum postassistentur í Havn.

Í 1923 lata teir upp handilin "Thorshavns Pianomagasin & Musikforretning" í pakkhúsinum, sum Zacharias Heinesen í 1911 lat byggja í Vágsbotni
(húsini tey flestu kenna best sum Perlan, har Gunnar Olsen í 1942 læt upp gistingarhús og matstovu. Hann var tann fyrsti sum nýtti navnið Perlan).

Húsini vóru í trimum hæddum, í ovastu hæddini hevði Nyholm Debes maskinverkstað við inngongd frá Bojsensgarði, í miðhæddini var so
"Thorshavns Pianomagasin & Musikforretning" við inngongd frá Bryggjubakka, og í kjallarahæddini hevði Zacharias Heinesen goymslu.

Í 1932 keypti Conrad Juhlert húsini hjá H. C. Andreasen í Niels Finsensgøtu (millum manna varð gøtan tá rópt Sanatorievegurin), og flutt handilin tá í hesi húsini í 1933 (har sum Telebúðin er í dag).

Hann var tann fyrsti handilsmaðurin í Føroyum, sum gav út egnan príslista, príslistan "Katalog 1929-1930", sum hann gav út í 1929.

Conrad Juhlert, sum eisini arbeiddi sum ursmiður, optikari og gullsmiður, læt handilin aftur í 1939, tá hann flutti aftur til Danmarkar at búgva.

Vert er at leggja afturat at fyrsta gramofonplátan, sum er útgivin í Føroyum, gav Conrad Juhlert út í 1928. Tað var finska sangkvinnan Signe Liljequist ið sang trý løg á føroyskum: "Flóvin Bænadiktsson", "Árla var um morgunin", og "Rura rura barnið". His Masters Voice í Londun gjørdu plátuna, ið kostaði 4 krónar at keypa. Plátan var at fáa hjá "Thorshavns Pianomagasin & Musikforretning" og á Tvøroyri hjá D. J. Magnussen, bókahandlara.


Um nakar liggur inni við einum eintaki av hesi gramofonplátuni, verður hann ella hon vinarliga biðin um at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon. Eisini tey sum hava okkurt at viðmerkja í samband við Conrad Juhlert og Thorshavns Pianomagasin & Musikforretning. Birgar hevur telefon: 314647 / 273168.

Mynd: Landsbókasavnið