Fyrsti landsdysturin hjá Zlatan var ímóti Føroyum

31. januar í 2001 spældi svenska heimsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic sín fyrsta landsdyst fyri tað svenska A-landsliðið í fótbólti.

 

Talan varð um ein vinardyst, sum var spældur í einari innandura fótbóltshøll, nevnliga "Tipshallen" í svenska býnum Växjö. Dysturin var ímóti Føroyum.

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0, har Jákup Mikkelsen vardi fyri einum brotssparki.

 

12. oktober spælir Zlatan Ibrahimovic aftur ímóti Føroyum. Hesaferð í einum HM-undankappingardysti, har Zlatan er vorðin liðskipari. Zlatan hevur higartil spælt 80 landsdystir, og hevur skotið 33 mál fyri svenska fótbóltslandsliðið.

 

Á myndini sæst Zlatan í nærdysti við Hans Fróða Hansen, tá Føroyar og Svøríki spældu í Tipshallen í Växjö, 31. januar í 2001.