Fyrsti mist koyrikortið undir vatni

Eftir øllum at døma er fyrsti føroyingurin, sum hevur koyrt ov skjótt í Vágatunlinum, tikin. Hann varð tikin um vikuskiftið fyri at koyra 121 km/t. Politiið upplýsir, at viðkomandi kann rokna við at missa koyrikortið. Hetta verður sostatt tann fyrsti, sum er tikin fyri at koyra ov skjótt undir vatni í Føroyum.
Annars sigur politiið kring landið, at friðarligt hevur verið um vikuskiftið. Tveir hava sovið rúsin av sær í brummuni í Havn og ein annar varð tikin fyri at koyra við kenning.
Eisini var eitt sindur av smávegis herverki, har talan var um ein brotnan rút, og eisini var eitt harðskapsmál.
Annars letur til, at flest øll hava hvílt aftaná halguna, tí politiið hevur ikki havt nógv at gera.