Fyrstur av spælarunum at gera sáttmála fyri komandi kappingarár, er U21 landsliðsspælarin Bartal Wardum. Hann uppvaksin í felagnum, og hevur í ár spælt ikki færri enn 20 dystir fyri besta liðið hjá HB.
Les eisini:HB í bíðistøðu
Bartal Wardum er tann fyrsti, sum bindir seg fyri komandi ár. HB er í bíðistøðu, tí felagið er trýst fíggjarliga. Tað er avgerandi fyri fíggjarætlanina, um felagið røkkur Evropa luttøku. Heldur ikki er greitt hvør verður venjari komandi kappingarár, annað enn at leiðslan er væl nøgd við arbeiði hjá Milan Cimburovic og Jan Dam.
18 ára gamli miðvallarin, sum eisini kann spæla í verjuni, verður mettur sum eitt av størstu talentinum í føroyskum fótbólti. Hann vann U18 steypakappingina við HB, spælir við bæði U19 og U21 landsliðnum, umframt at hann er í holt við at fáa gjøgnumbrot í Effo-deildini.