Fyrsti sigurin bíðar

Skála-HB:
Skála hevur enn ikki vunnið dyst í bestu deildini, og sunnudagin verður tað í øllum førum trupult, tá ósigraða HB kemur á vitjan

Upptakt

Enn hevur alt gingið sum eftir ánni hjá HB. Teir hava framvegis ikki tapt dyst í nakrari kapping í ár, og hóskvøldið tryggjaðu teir sær eisini sess í finaludystinum um løgmanssteypið.
Enn hava teir tó fyrsta útisigurin í landskappingini til góðar. Tvær reisur hava teir verið á útivølli, og báðu ferðirnar hevur talan verið um javnleik. Hesa ferð munnu útlitini tó vera nakað betri, tí enn hevur Skála ikki vunnið dyst í bestu deildini, og tó at teir hava fingið javnleik á heimavølli móti hinum havnarliðnum, so má HB roknast sum stórfavorittur til dystin sunnudagin.

Skert HB-lið
Hjá Skála ásanna tey eisini, at so er, men boðini eru tó, at teir ætla sær at stríðast manniliga, nú oddaliðið kemur á vitjan.
Til dystin hevur Skála eisini mest sum allar mans tøkar. Arnold Berg og Bent Djurhuus vóru ikki við vegna skaða seinast, meðan Kári Hansen hevði leikbann, men teir vera so allir við til dystin hesaferð. Einasta ivamálið tykist vera Pauli Hansen, sum framvegis dregist við skaða.
Hjá HB er støðan viðvíkjandi skaðum nakað øðrvísi. Í álopsparturin hevur saknurin í skadda Una Arge enn ikki verið so sjónligur, men lítið er tó at ivast í, at tað kemur illa við, at skaðin í rygginm framhaldandi darvar málslúkinum í at taka lut í dystum. Á miðvøllinum er Hallur Danielsen enn ikki komin fyri seg eftir at hava keikt fótin, og í verjupartinum er saknur í Jóhannis Joensen. Hann hevur ligið sjúkur í vikuni, og roknað verður ikki við, at hann er tøkur til dystin sunnudagin.
Higartil hava avloysararnir tó víst, at teir væl eru førir fyri at taka uppgávuna á seg, og ger teir aftur tað hesaferð, so er einki at ivast í, at tey trý stigini fyri dystin fara til Havnar.