Fyrsti sigurin hjá AB síðani 13. mai

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá AB, Sorin Anghel kann fegnast um fyrsta sigurin í fýra mánaðir

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein fegnan høvuðsvenjara hjá AB, Sorin Anghel, ið fyri fyrstu ferð síðani 13. mai, tá AB á heimavølli vann 2-0 á EB/Streymi. Í dag vann AB ein harðvunnan 1-0 sigur á Suðringum við Stórá í Trongisvági.

 

Sorin Anghel fegnast um, at marginalarnir hesaferð koppaðu til AB. Hann er eisini sera fegin um arbeiðsavrikið og stríðshugin hjá liðnum, ið bar sigurin heim.

 

Komandi sunnudag tekur AB ímóti 07 Vestur, og kann við sigri verða fimm stig frammanfyri 07 Vestur. Eitt 9. pláss kann verða vert at fara eftir nú B68 er fýra stig frá einum uppflytingarplássi í næstbestu deildini.

 

Sorin Anghel slær fast, at nú ræður at fáa armarnar niður og arbeiða hart til venjing, so liðið er klárt til botnbrakið komandi sunnudag. 

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER