Seinast Skála vann ein dyst var 3. apríl. Tá spældi teir ársins triðja landskappingardyst, og vunnu við tveimum málum móti einum á KÍ. Smáar tríggjar mánaðir seinni bragdaði aftur hjá Skála. Tá gjørdu teir aftur tvey mál, men hildu egið mál reint og vunnu sostatt á uppflytarunum B68.
Hóast tølini siga frá einum rímiliga tryggum sigri, so var veruleikin á Svangasskarði í gjárkvøldið ein annar, og var tað ikki fyrr enn beint fyri leiklok, at Skála staðfesti sigurin.
Dysturin var annars ikki størsta fótbóltsupplivingin. Liðini spældu ikki betur enn væntast kundi av einum uppflytara og einum botnliði. Ósamanhangandi, lítið undirhaldandi og fáir kjansir. Hinvegin vístu skálamenn vilja, tá ið á stóð, og tað gav stig.
Vánaligur fyrri hálvleikur
Úr fyrra hálvleiki var lítið at skriva heim um. Tað leikaði javnt á, men Skála hevði lítla leikliga yvirvág. Hóast hetta skaptu teir ikki nevniverdar málmøguleikar. Ikki fyrr enn í 24. minutti var fyri fyrstu ferð veruligur vandi á ferð. Sera vælleikandi Pætur Dam Jaocbsen vann bóltin á miðvøllinum, og sendi Obi avstað. Áleyparin kom í góða skotstøðu, men valdi heldur at leggja bóltin tvørtur um til Sjúrð Djurhuus, sum lættliga legði bóltin í tóma netið. Eitt ógvuliga vælspælt mál, og heldur ikki var tað heilt óuppiborið, at tað vóru gestirnir, sum løgdu seg á odda.
Hóast málið átti at givið báðum liðunum eina ábending um, at tað loysir seg at spæla væl, so hildu liðini bæði fram við óinteressanta spælinum, tað ið eftir var av fyrra hálvleiki.
B68 tók yvir
Seinni hálvleikur var heilt øðrvísi enn fyrri. Nú sat B68 á alt og øllum. Bara fáar ferðir kom bólturin á skálaføtur, men hann varð skjótt vunnin aftur av heimamonnunum. Meðan trýstið frá toftamonnum bara øktist sum seinni hálvleikur leið, so tóktust skálamenn alsamt meiri fjálturstungnir. Gott dømi um hetta var í samband við hornaspark hjá B68 miðskeiðis í seinna hálvleiki, har Skála longu tá sendi allar mans í egið felt at verja fyri.
Ferðirnar hjá Skála niðan á B68-hálvuna gjørdust eisini færri og færri, samstundis sum bólturin ferðaðist meiri og meir kring brotsteigin hjá Skála. Hann kom tó ikki nærri málinum hjá Vlada Filipovic enn tað sama, og hóast B68 flutti seg alsamt longur fram á vøllin, eydnaðist tað ongantíð B68 at hótta Skála av álvara.
Tvørtur ímóti var tað Skála, sum fekk størsta møguleikan, tá Obi varð spældur púra leysur, men skeyt beint á málverjan. Løtu seinni bragdaði tó hjá Skála. Hesaferð tók miðvallarstríðsmaðurin Pætur Dam Jacobsen sakina í egnar hendur. Við einum frágera góðum einmansavriki, har Pætur Dam Jacobsen sleit seg í gjøgnum B68-verjuna, og høgdi bóltin flatt inn við handaru stong.
Nakað frammanundan vildi B68 hava brotsspark, tá ein av útlendsku leikarunum hjá teimum fór um koll í brotsteiginum. Dómarin lat tó ikki við seg koma, og so var tað at Pætur Dam Jacobsen avgjørdi í hinum endanum.
Nærkast hvørjum øðrum
Í leikskránni hjá B68 til dystin í gjár staðfestu toftamenn, at Skála lá næstaftast við bert einum sigri í skjáttuni. »5 ferðir hava teir spælt javnt og tá man liggur tungt í sjónum telja javnleikir alt ov lítið«, stóð skrivað, men hesi keðiligu hagtøl broytti Skála í gjárkvøldið. Næsti sigurin í ár er fingin til hølvdar, og liðið er nú ájavnt í stigum við ÍF.
Við tapinum misti B68 møguleikan at ríva seg heilt leysan av botninum. Bert trý stig eru niður til ÍF og Skála, sum soleiðis anda toftamenn tungt í nakkan.