Fyrsti Sosialurin úr Vágsbotni

Fríggjadagin í farnu viku flutti Sosialurin av Argjum og inn í hjartað á Havnini. Fyrsti arbeiðsdagur í nýggju hølunum í Vágsbotni var mánadagin

Starvsfólk og leiðsla á Sosialinum hava leingi glett seg til innflytingardagin, sum varð fluttur aftur nakrar ferðir. Ætlanin var at flyta inn áðrenn páskir, men mongum brestir ætlan. Fríggjadagurin tann 8. apríl gjørdist so endiliga dagurin, har fjølbroytta miðlafyritøkan flutti av Argjum og inn í gamla bygningin hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni.
Aftaná næstan 25 ár úti á Argjum er Sosialurin komin inn í býin aftur. Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sigur, at hetta er ein nýggja byrjan fyri blað- og miðlahúsið Sosialin.
- Vit á blaðnum fegnast um hesa nýggju og spennandi avbjóðingina og kunnu eisini gleðast um, at vit hava verið so heppin at fáa atgongd til henda bygning og hetta søguliga og sentrala stað, sigur Jan Müller.
Almenn móttøka verður í nýggja miðlahúsinum hjá Sosialinum fríggjadagin tann 15. apríl frá klokkan 15 til 17. Øll eru vælkomin á gátt.

-hkm


Í BOKSIR:

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri: Hetta er fantastiskt. Vit hava arbeitt við at fyrireika flytingina í fýra mánaðir, og endaliga úrslitið livir avgjørt upp til vónirnar. Her niðri í Vágsbotni angar av søgu og gomlu Havnini. Og so er tað tann snøgga, nýggja adressan: Tórsgøta 1, 100 Tórshavn. Her verður hugaligari at arbeiða, og tað vænti eg kemur at síggjast aftur á blaðnum.

Jákup Mørk, blaðmaður: Super, men tað er farligt at vera so tætt at matstovuumhvørvinum.

Tóki Højgaard, fíggjarleiðari: Her liggur væl fyri. Tað er lætt at koma til, og hølisumstøðurnar eru góðar. Tað er lættari at fáa fatur á fólki, og harumframt er tað sera gjøgnumskygt í bygninginum.

Eydna Skaale, blaðkvinna: Fínasta slag, men mann skal venja seg við, at øll sita saman.

Magnus Gunnarson, blaðmaður: Mær dámar væl. Tað er lættari at samskifta við starvsfelagarnar og við blaðredaktiónina.

Snorri Brend, blaðmaður: Nú havi eg bert verið her í einar tríggjar tímar, men mær dámar væl. Eg eri spentur upp á at sleppa at arbeiða á eini felagsredaktión. Men um eg kundi valt, so hevði eg valt eitt kontór fyri meg sjálvan.

Edvard Joensen, blaðmaður: Mær dámar ikki at arbeiða í einum opnum kontórlandslagi. Men her er nógv betri pláss í nýggju hølunum. Í sambandi við flyting og tílíkt, so haldi eg, at tað var skeivt at leggja lokalredaktiónirnar niður.

Vilmund Jacobsen, blaðmaður: Mær dámar væl umhvørvi her niðri í Vágsbotni, serliga um summarið.

Terji Nielsen, blaðmaður: Eg eigi nógv fótaspor her niðri á leiðini. Sum tólv ára gamal var eg støðmaður og agnseljari við bensinpumpuna í Vágsbotni. So her fari eg at kenna meg aftur.

Jens Kr. Vang, myndamaður: Nú eri eg nógv tættari upp á tað heila, og tað er skjótari at koyra runt og taka myndir.

Simona Weihe, tekniska deild: Her eru góðar arbeiðsumstøður og hugnaligt umhvørvi.

Ann Christiansen, bókhald: Tað hevur gingist væl higartil, og okkum dámar væl at vera í Vágsbotni mitt í býnum.

Jonhard Hammer, marknaðarleiðari: Vit dáma væl í Vágsbotni, og júst í hesi løtu eru vit ígongd við at dekorera húsið saman við Sansir. Tað skal vera elegant og fella inn í býarmyndina. Annars sær tað út til, at øll hyggja inn á kontórið hjá mær, sum vendir beint út ímóti gøtuni.