Fyrsti stuttleikabáturin í Vágsbotni

Nú stendur summarið av álvara fyri durunum. Í gjár á middegi fingu vit eina greiða fyriboðan um hetta, tá fyrsti útlendski stuttleikabáturin legði at í Vágsbotni í Havn.

Eg hitti Walter Dölling og Eckhard Kirschner, ið báðir eru úr Týsklandi, í Vágsbotni á middegi í gjár. Eg forvitnaðist eitt sindur, men lítla løtu seinni høvdu teir longu lokkað meg við ein túr í bátinum. Eg fór við, og vit sigldu út um molan.
 
Walter Dölling og Eckhard Kirschner eiga báðir stuttleikabátin. Teir eru pensjóneraðir og hava tískil góða tíð til at hugna sær og ferðast, har vit vilja:
 
- Tað er fantastiskt at hava tíð til at ferðast við stuttleikabáti okkara, eru teir báðir á einum máli um.
 
Stuttleikabáturin hjá Walter Dölling og Eckhard Kirschner er 11 metrar langur, fimm metrar breiður og vigar átta tons. Báturin er frá 1984, men teir hava keypt hann fyri fýra árum síðani, bygt hann út og keypt nýggja útgerð:
 
- Vit eru komnir úr Týsklandi og hava ferðast í 13 dagar við báti okkara fyri at koma til Føroya. Tó steðgaðu vit eina nátt í Onglandi, siga Walter Dölling og Eckhard Kirschner og skoyta uppí, at teir altíð hava havt sera stóran áhuga í Norðurlondunum:
 
- Føroyar hava somuleiðis bergtikið okkum sera nógv. Áðrenn vit komu higar, høvdu vit einans sæð myndir av landinum og vildu avgjørt síggja oyggjarnar við okkara egnu eygum.Vit hava vitjað fleiri oyggjar  eitt nú vóru vit í Klaksvík og royndu nýggja og framúr góða undirsjóvartunnilin hjá tykkum. Um eina løtu fara vit víðari til Íslands og Grønlands, siga Walter Dölling og Eckhard Kirschner.
 
Eftir ein góðan hálvan tíma sigldu vinmenninir báðir meg inn aftur til Vágsbotn. Hjálpu mær lagaliga av bátinum og søgdu blídliga farvæl.