Fyrsti túrur hjá LS 779

?Um ikki øll høvdu staðið saman um hetta, hevði hetta ongantíð verði veruleiki, sigur Æna Reinert, deildarleiðari, sum mánadagin koyrdi úrslitið av hálvtannað ára longu innsavningini - LS 779 - upp á pláss

Sirenan ýldi seinnapartin mánadagin, tá nýggi bussurin hjá psykiatriskudeild á Landssjúkrahúsinum kom koyrandi til sítt nýggja fasta parkeringspláss fyri fyrstu ferð. Fitt av fólki var komið saman fyri at síggja nýggja farið, ið tey øll hava tikið lut í at fáa hendur á. Á nummarplátuni stendur LS 779. Øll vóru á einum máli um, at hetta var ein rættur fongur fyri bæði sjúklingar og starvsfólk.
Tað var 20. mars 2001, at byrjað varð at savna saman pening til at keypa ein bil til psykiatrisku deild.
?Starvsfólkið hevur higartil nýtt egnar bilar til útferðir og annað. Vit settu okkum fyri at fáa til vega ein nýggjan bil. Alt kompleksið - átta deildir ? vóru saman um at savna saman peningin. Um ikki øll høvdu staðið saman um hetta, hevði hetta ongantíð verði veruleiki, sigur Æna Reinert, deildarleiðari á Psykiatriska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, ið hevur staðið á odda fyri innsavningini.
Bilurin er ein Toyota Hiace frá Reyni Service. Hann er í sokallaðari Mini-buss stødd. Bilurin er nýggjasta modell frá Toyota. Hann hevur 102 hestakreftir og 2500 common-rail diesel motor.
At savna saman so mikið nógvan pening er heldur ikki heilt lætt. Teir royndu seg fyrst við nøkrum tiltøkum, m.a. einari neytamykjukapping, men hetta gav ikki nakað stórvegis. Stóra slagið gjørdist tó málningauppboðssølan, ið tey skipaðu fyri við málningum frá kendum politikarum. Beint undan valinum varð uppboðssølan hildin og eingin politikari helt seg aftur við at mála, og hugurin at keypa listarverkinum var stórur, og bilurin var eitt stórt stig nærri.
Bilurin skal til dagligt nýtast til sjúklingar, tá teir fara út ? á seiðaberg, á útferð ella til ein túr niðan á Trøðna, deildin hevur og sjúklingarnir passa. Tað vera nokk mest limirnir í tí sokallaða klubbanum og ergo terapi sjúklingarnir, sum fara at nýta bilin. Um kvøldarnar fer bilurin at ganga upp á skift millum deildirnar , sum liggja í garðinum omanfyri J.C. Svabos gøtu. Ein reglugerð er longu orðað til bilin, ið væntandi verður eygnasteinurin millum gráu bygningarnar.
?Hetta er heilt ótrúligt. Málið er rokkið, og vit náddu tað í felag, sigur ein ógvuliga fegin Æna Reinert.
Tey hava longu sent takkarheilsan til øll, ið hava stuðlað. Reyni Service fær eisini eina serliga heilsan úr klubbanum fyri vælvild og hjálpsemi.