Tað er 25. januar í dag ella pálsmessa. Sambært Dagar og nøvn í árinum hjá Akseli Tórgarð, sála, so var pálsmessa hildin til minnis um umvending Paulusar á leiðini til Damaskusar.
Tveir fuglar koma higar til okkara á pálsmessu. Súlan kemur at landi, og hesin dagurin hevur í Mykinesi verið hildin sum høgtíðsdagur, veit Aksel Tórgarð at siga.
Og hann endurgevur Mikkjal á Ryggi at siga í Fuglabókini, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu, sum er 24. februar.
Tað er gamalt, at sær sólin so leingi á pálsmessu, at tú fært stundir til at saðla tær hestin, so verður summarið gott – summi siga, várið gott, sigur Aksel Tórgarð í Dagar og nøvn í árinum.