Josie, ið er trý ára gomul, varð parað við Cleo hjá Sunnivu Petersen í Havn. Cleo er 2 ára gamal.
Mopsar ella moppur, sum teir eisini verða nevndir, stava upprunaliga frá kinesiska Happa-hundinum. Teir hoyra til bólkin tempul- og hovhundar. Mopsarnir vórðu t.d. brúktir sum vakthundar á tempulmúrum. Í 1598 hevði danski kongurin Christian tann 4. og drotningin, Anna Cathrine, ein lítlan mops tey nevndu Türck.