Hoyvíkshagin: Enn líkist hetta risastóra økið í Hoyvíkshaganum Suður ikki einum bústaðarøki. Men nú verður ikki leingi aftrat, til fólk kann flyta inn í fyrstu húsini.
Mánakvøldið arbeiddi menn frá fyritøkuni Dygdarhús við at rigga til uppsetingina av teimum fyrstu húsunum, sum Gunnlaugur Sighvatsson eigur.
Fyrrapartin í gjár vórðu skilaveggir og útveggir settir upp, og seinnapartin skuldi miðhæddin eftir ætlan verða liðug.
Her er talan um eini eini 88 fermetra stórum húsum, sum verða bygd á eitt 300 fermetra stórt grundøki. Hetta er størsta mát, ið loyvt er at byggja á hesum økinum.
Húsini eru 11 ferðir 8 metrar til støddar, og við einum lofti er talan um omanfyri 160 fermetrar í bú-areali.
Henda fyritøkan leggur seg eftir at gera eina liðiliga loysn til kundan, soleiðis at hesin hevur stóra ávirkan á tey lyklakláru húsini og eisini á prísin. Tí kundin hevur sjálvur møguleika at gera ávís arbeiði sjálvur.
Stutt byggitíð
Arbeiðið uppá hesi fyrstu sethúsini í Hoyvíkshaganum Suður byrjaði fyri einum mánaði síðani.
Eftir at avtalan var undirskrivað, varð tilfarið bílagt úr Danmark, og mánamorgunin kom so alt hetta rúgvusmikla tilfarið til landið á tveimum trailarum.
Eftir varð so hjá monnunum í Dygdarhúsum at seta øll hesi elementini saman til eini sethús, og tað arbeiðið byrjaði so mánadagin.
Gongur sum ætlað kunnu tey fyrstu fólkini flyta inn í hesi húsini um ikki so langa tíð. Sambært heimasíðuni hjá Dygdarhúsum er byggitíðin fyri lyklaklár hús einans fýra mánaðir.
Tá teir eru lidnir við hesi húsini fara teir víðari til næstu uppgávuna, sum er at seta upp eini onnur sethús í Streymnesi.