Hóast tað er ein góður mánaði, áðrenn føroyskir myndugleikar fara at býta út tey fyrstu loyvini til oljuleiting, so eru fyrstu útlendskub "oljuhjúnini" longu longu við at festa búgv her á landi. Australsku hjúnini Chris og Kate Kernick hava leigað sær eini hús í Leynum við tí fyri eygað, at tey skulu vera her í nøkur ár - tó við teirri fyritreyt, at oljufelagið Chris arbeiðir hjá, Texaco, fær lovyi at bora eftir olju og gassi.
-Tað kann tykjast í so næsadjarvt av okkum at flyta til Føroya og at seta búgv her, áðrenn vit vita, um felagið fer at fáa lisens sigur Chris Kernick, sum er útbúgvin geofysikari og sum í eina tíð hevur arbeitt burturav við føroysku undirgrundini. Hann heldur tað tó vera rætt at vera uppá forkant bæði havt viðvíkur skrivstovu og íbúð.
-Fyri eitt felag sum okkara er tað týdningarmikið at verða væl fyrireikað, tá og um vit fáa eina lisens í einum nýggjum øki sum Føroyum sigur Chris, sum fór til arbeiðis á nýggju skrivstovuni á Bryggjubakka í farnu viku. Og hóast hann ikki hevur verið leingi í Føroyum, so dámar honum so væl her, at hann og konan Kate fegin vilja vera her í nøkur ár. Bæði eru tey úr Australia, men hava búleikast í London seinastu árini. Meðan hann er í oljuvinnuni heldur hon seg til lesnaðin. Hon er eisini nakað væl yngri, men hevur so kortini tikið avgerð um vera verandi í Føroyum saman við manninum. Hon ætlar sær at halda fram við hægri lesnaðinum, meðan hon býr í Føroyum.
Um tað er góða veðrið og tann ljósa tíðin, sum eru orsøkin, skal verða ósagt. -Eg haldi meg vera ómetaliga hepnan at hava fingið henda møguleikan. Onkur vildi kanska kent seg fremmandan her, men hetta er hvørki sum at koma aftur í miðøldina ella at meta sum heimsins endi. Her er bara frálíkt at vera heldur 46 ára gamli Chris Kernick.
Í løtuni búgva tey á Hotel Tórshavn og hava tey bara alt gott at bera teimum har. Men eitt hotel er einki verandi stað fyri tey, og tí hava tey í eina tíð roynt at útvega sær eina íbúð ella eini sethús. Og tá so eini hús stóðu teimum í boði í Leynum tóku tey av.
-Eg eri vanur við at brúka upp til ein tíma at koma til arbeiðis í London, so tað er als einki ónáttúrligt at skula taka bussin í Leynum og koyra til Havnar uppá væl minni enn tað.
Bæði eru tey eisini rættiliga ovfarin av tí støði, sum nærum alt er á í føroyska samfelagnum. Tey høvdu t.d. ikki droymt um, at so nógvar vørur vóru at fáa í Havnini.
Teimum dámar eisini væl at ganga úti í náttúruni og hava tey longu lagt nógvar kilometrar eftir seg. Nú um dagarnar vórðu tey í Elduvík, har tey stukku inn á gólvið í Lonini, og har fingu tey ta best hugsandi tænastuna og góðan mat. Nú bíða tey so eftir at fáa fast undir fótum og kunna læra seg føroyskar siðir og ikki minst málið. Bæði eru tey ovfarin av, at flest allir føroyingar duga so væl enskt.
Útbúgving í Australia
Chris hevur arbeitt nógv ár sum geofysikari í oljuvinnuni, serstakliga í heimlandinum, Australia, har hann eisini fekk sína útbúgving á lærda háskúlanum í Perth. Hann var við til at útvikla fyrsta oljufeltið til havs við Australia og hevur eisini arbeitt við øðrum økjum so sum Cambodia, Thailand og Kina.
Umframt Chris eru eisini nakrir aðrir útlendingar, ið longu virka í føroysku oljuvinnuni. Tað eru tó fólk, sum standa á odda fyri skrivstovum ella arbeiða hjá føroysku myndugleikunum. Teirra millum er stjórin hjá Saga Petroleum Føroyar, Geir Atle Rishovd og Alex Buvik, sum arbeiðir hjá Oljumálastýrinum, har hann stendur á odda fyri trygdarpartinum av komandi oljuleiting. Báðir eru teir norðmenn.
Men sohvørt tað nærkast komandi loyvisgeving er greitt, at øll luttakandi oljufeløgini gera seg út til at lata upp skrivstovur og fáa nøkur av fólkum sínum henda vegin. Roknast má tó við, at tað verður avmarkað í fyrstu syftu, hvussu mangir útlendingar koma at arbeiða í Føroyum við komandi leiting. Roknast má við, at feløgini eisini fara at brúka føroyska arbeiðsmegi í tann mun hon er tøk og brúk er fyri henni.
Rætt at gera arbeiðið her
Sjálvur heldur Chris Kernick, at tað er rætt av føroyska samfelagnum at seta ynski fram um, at so nógv av arbeiðinum sum til ber verður gjørt í Føroyum. Tí tað er jú føroyska samfelagið, sum fyrst og fremst skal hava ágóðan av at byggja upp hesi nýggju vinnu. Hann metir tað tí eisini vera rætt av oljufeløgunum at byggja upp eina ekspertisu her á staðnum. -At eg so eri ein av teimum hepnu, sum sleppur av vera við í hesum arbeiði kann eg bert gleðast um leggur hann aftrat.
Chris dylur heldur ikki fyri, at arbeiðsumstøður hansara her eru munandi betri enn tær hava verið í t.d. London. Meðan tú har hevur kanska einar 24 arbeiðsstøðir, sum bert hava atgongd til ein servara, so hevur tú hevur tvær stórar arbeiðsstøðir, sum hava atgongd til ein servara. Hetta ger, at meðan tú brúkar kanska upp til ein minut at fáa ting fram á skermin í London, so ganga bert fá eini tvey sekund her.
Kann taka tíð
Tá vit spyrja Chris, hvussu hann metir vónirnar fyri at finna olju her sigur hann, at tær eru góðar. Hann heldur hetta vera eitt sera spennandi øki, tó at tað eisini eru trupulleikar her. Her sipar hann ikki minst til tjúkku basaltfláirnar. Men teir síggja sera stórar strukturar, ja í heims flokki. Teir vita tó ikki, um oljan er goymd har. Tó so, at teir meta hetta sum ein góðan møguleika. Chris heldur føroysku myndugleikarnir hava dugað væl at lagt til rættis og hevur hann eisini varhugan av, at myndugleikarnir heldur enn at vilja hava eina skjóta leiting í gongd, vilja tryggja sær, at leitingin verður so munagóð sum tilber og soleiðis at sum mest av arbeiðinum kann verða gjørt úr Føroyum.
-Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.