Fyrstu venjingarnar hava verið í Marghøllini

Fyrsta føroyska innandurafótbóltshøllin er í dag tikin í nýtslu

Tað hevur verið rópt eftir henni leingi, men loksins er hon endiliga vorðin til veruleika – fyrsta innandura fótbóltshøllin í Føroyum. Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt dúgliga í Vági, til at gera nýggju Marghøllina klára, og í dag er høllin so á fyrsta sinni tikin í nýtslu.

Sum skilst hevur eftirspurningurin eftir at hava vant í høllini verið stórur í allan dag, og líka síðani skúlarnir fingu frí klokkan 14:30, hevur høllin í Vági verið upptikin.

Eisini besta liðið hjá Suðringum, hevur í kvøld á fyrsta sinni vant í nýggju Marghøllini í Vági. Tað eru teir, ið síggjast á myndini, ið hoyrir til greinina.

Fyri føroyskan fótbólt, er talan um stórt frambrot. Nú fáa suðuroyingar vant dygdargóða venjing alt árið runt – óansæð hvussu veðrið er. Úr Íslandi verður í øllum førum sagt, at ein av orsøkunum til góðu gongdina hjá íslendskum fótbólti seinastu nógvu árini, finst í íløgunum til at byggja innandura fótbóltshallir.   

Tí er helst ikki ov nógv sagt, at innandura fótbóltshøllin í Vági, kann gerast eitt líka so stórt frambrot fyri føroyskan fótbólt, sum graslíkisvallirnir vórðu í 1980'unum.