Teir, sum seldu kongafisk á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya í dag, fingu góðan prís. Nøgdin var ikki stór, góð tvey tons, men fyri tann stóra fiskin fingu teir 15,70 krónur fyri kilo.
Toskaprísirnir eru framvegis lágir. Í dag fór toskur II fyri 17,41 krónur í meðal, toskur III fyri 15,74 og toskur IV 13.13 krónur. Hýsuprísurin er eisini lágur. Mest var av hýsu II í dag, og hon fór fyri 10,68 krónur í meðal fyri kilo.
Havtaskan fær rættiliga støðugan prís. Í dag seldi Fiskamarknaðurin 27 tons av havtasku, og fyri stødd II fingu skipini 27,01 krónur fyri kilo í meðal.
Tilsamans vóru góð 68 tons á marknaðinum í dag, og tey fóru fyri knappliga 1,2 millión krónur.