Góðar 8 krónur í miðal fyri kilo

Miðalprísirnir á Fiskamarknaði Føroya í gjár og fyrradagin munnu vera millum teir lægstu í langa tíð. Bæði hósdagin og fríggjadagin vóru miðalprísirnir á Fiskamarknaði Føroya samanlagt sera lágir.

Hósdagin seldi marknaðurin tilsamans 115,5 tons fyri eina góða miljón ? og fríggjadagin seldi marknaðurin 119 tons fyri eina lítla miljón.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var hósdagin 9,04 krónur fyri kilo, men í gjár var hann uppaftur lægri, nevniliga 8,12 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera ein sera lágur miðalprísur.

At prísurin var uppaftur lægri í gjár enn fyrradagin, er, at helvtin av fiskinum á marknaðinum í gjár var gulllaksur, sum fór fyri 5,47 krónur fyri kilo.

Hetta er ikki lágur gulllaksaprísur, men ein so stór nøgd hálar miðalprísin fyri samlaðu søluna niður.

Gulllaksurin á marknaðinum í gjár var frystur fiskur, sum er veiddur í vertíðini í fjør summar.

Samanlagt kunnu vit siga, at miðalprísirnir bæði fríggjadagin og hósdagin munnu vera millum teir lægstu í langa tíð.