Góðar ábendingar um toskin á Føroya banka

Tað eru ábendingar um, at toskurin á Føroya banka er við at koma fyri seg.

Tað sigur Havstovan í dag, sum júst hevur avgreitt hagtølini fyri yvirlitstrolingina í mars í ár.

Í yvirlitstrolingini í september í fjør vóru fyrstu ábendingarnar um, at toskurin á Føroya banka var við at koma fyri seg, og nýggju tølini frá hesum mánaðinum vísa tað sama.

– Tikin vórðu 17 hál, sum hvørt vardi ein tíma, og nøgdin av stórum og feitum toski var heili 12,2 tons. Hetta er ájavnt við miðal fyri árini frá 1996 til 2003, áðrenn fiskaloysið byrjaði, sigur Havstovan.

– Tað vóru trý hál, sum umboðaðu meginpartin av toskaveiðuni, men tað var eisini meira at fáa í øðrum hálum í mun til 2019, sigur Havstovan, sum kortini vil hava úrslitið staðfest við fleiri kanningum.

Lítið hevur verið av toski á Føroya banka síðan 2006, og Føroya banki hevur eisini verið friðaður síðan 2009.

Til seinastu yvirlitstroling var Magnus Heinason burtur frá 18. til 25. mars, og umframt yvirlitstrolingina vóru eisini gjørdar nakrar DNA kanningar av toskinum.