Góðar vónir

Landsliðsvenjarin í badminton hevur góðar vónir undan einmansleikinum, hóast føroyska liðið ikki stóð seg so væl, sum hann hevði vónað

 

Badminton

Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man


Venjarin hjá badminton-landsliðnum, Aritra Nandy, var keddur um, at Føroyska liðið ikki vann seg í hálvfinaluna.

Hetta tóktist annars vera møguligt, eftir at liðið hevði fyrst tapt á Gotlandi og síðani vunnið á Hetlandi, men tá Hetlandi so púra óvæntað vann á Gotlandi, vísti samanteljingin, at Føroyar høvdu vunnið ein dyst ov lítið. Føroyska liðið noyddist tí at enda við einum dysti móti Orkney, sum als ikki megnaði at geva okkara fólki mótstøðu.

- Sjálvandi var tað keðiligt. Vit byrjaðu sera illa í dystinum móti Gotlandi, men síðani hetta hevur gingið betri, og vit vunnu vunnu so trígjar dystir á rað móti Hetlandi, Isle of Wight og nú Orkney.

- Fyrsti dysturin kostaði okkum sostatt dýrt, umframt at hini úrslitini ikki lagaðu seg, og tað harmar meg sjálvandi, tí eitt hálvfinalupláss hevði verið eitt sera gott úrslit fyri okkara viðkomandi.

Góðar vónir

Avrikini hjá spælarunum í seinastu trimum dystunum vóru eisini góð, og Nandy helt eisini, at hesi høvdu givið honum góðar vónir til einmansleikin, sum byrjað varð at spæla týsmorgunin.

- Sjálvandi gevur hetta góðar vónir. Kanska kann miseydnaða liðkappingin eisini gera spælararnir eyka uppsettar til einmansleikin, men harumframt hevur liðið hóast alt vunnið tríggjar dystir á rað, og hetta hevur ivaleyst gjørt sítt til at styrkja um sjálvsálitið hjá leikarunum, og tað fer heilt víst at styrkja leikararnar í einmansleikinum, so tað síggja vit fram til við góðum vónum.