Jákup Mikkelsen:
Stóð ein fínan dyst í málinum. Bjargaði væl tíðliga í dystinum eftir hornaspark, tók eitt langskot miðskeiðis í seinna hálvleiki. Móti dystarenda hevði hann eisini eina ótrúliga bjarging, tá eitt innlegg úr høgru kom og ein skeyt móti málinum, men við kroppi og beinum fekk hann vart fyri, at einki hendi.
Jákup fekk einki gjørt við tey trý málini, sum komu, stóð væl, men hevði ikki ein av sínum strævnastu dystum, hóast málið var undir stórum trýsti í fyrra hálvleiki.
Atli Danielsen:
Hevði fleiri góð inntriv, luttók væl í spælinum og kom annars væl framvið í síðunum.
Tók eina býtta avgerð stutt eftir føroyska málið, tá hann í verjustøðu gjørdi av at dribla framvið nøkrum georgum og misti bóltin, men spældi sum heild ein sera góðan dyst.
Fróði Benjaminsen:
Spældi aftur ein fínan dyst í miðverjuni saman við Óla Johannesen, og eingin ivi tykist vera um, at teir báðir eru eitt fínt par. Útvísingin dregur tó nakað niður upp á samlaða avrikið, líkamikið um tað var rætt ella ikki. Einki er tó so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, og leikbannið hjá Fróða merkir, at vit helst fáa at síggja Jón Róa Jacobsen aftur í miðverjuni hjá Føroyum móti Italia um tveir mánaðir.
Óli Johannsen:
Óli var stinnur og støðugur í verjupartinum. Vísti seg sum ein góðan liðformann, tá illstøður høvdu hug at uppstanda og stýrdi annars verjuni við jarnharðari hond. Harmiligt, at hann gjørdi brotsspark móti dystarenda. Kontakt ella ikki, vit vita jú, at fótbóltsspælarar detta lætt, og Óli Johannesen átti ikki at latið seg lumpað soleiðis.
Marni Djurhhus:
Var raskur og tryggur í verjupartinum, og kom eisini væl niðanvið fleiri ferðir í seinna hálvleiki. Átti tvey ógvuliga vandamikil upplegg til Christian Lamhauge Holst seint í seinna hálvleiki, og nakrar avgerandi takklingar. Avrikið í gjar var eitt prógv um, at kollfirðingurin er eitt skilagott væl til vinstra bakk.
Jákup á Borg:
Arbeiddi væl, hevði nøkur fín innlegg og var sterkur í smáspælinum. Eitt gott dømi um tað, er uppspælið til málið hjá Rógva, har hann og Súni skifta bóltin millum sín, áðrenn Súni leggur inn til Rógva sum skorar. Tóktist annars ikki vera so greiður um, at Atli Danielsen javnan kom fram við í síðuni, har hann heldur valdi at leggja bóltin inn á vøllin, enn at geva hann fram til Atla, sum kom tuskandi framvið.
Súni Olsen:
At Súni Olsen er á miðvøllinum á føroyska landsliðnum, er ein sonn gleði. Gøtumaðurin í Danmark royndi seg tvær ferðir úti frá við skoti, fyrru ferð eitt flatt fríspark, sum tók í onkran á vegnum og varð bjarga, og seinnu ferðina eitt kanónskot úr 30 metrum mitt á málverjan.
Súni átti uppleggið til málið hjá Rógva, og sum heild ógvuliga raskur dystin í gjøgnum. Ein staðfesting av, hvussu dugnaligur leikari hann er, kom tá Fróði varð rikin av vølli og Súni fór av miðvøllinum í miðverjuna, og spældi fínt har eisini.
Mikkjal Thomassen:
Var ikki so sjónligur í spæli, men vann kortini fleiri bóltar á miðvøllinum. Royndi seg eisini við einum langskoti, sum tó ikki gjørdist vandamikið. Mikkjal vann ikki bara bóltarnar, men dugdi eisini væl at flyta teir tvørtur um vøllin, og riggar væl saman við Súna á miðvøllinum.
Christian Høgni Jacobsen:
Longu tá fimm minuttir vóru farnir, hevði runavíkingurin bjóðað georgisku verjuni av. Vísti seg at vera eitt gott væl til vinstra borð, har hann við sínum skjótleika og styrki gav georgisku verjuni trupulleikar. Samstarvið millum hann og Marna riggaði eisini væl, tá Marni kom framvið, so helt hann aftur.
Andrew av Fløtum:
Fekk bara ein lítlan hálvleik, áðrenn hann fór út hálvskaddur. Løtuna hann var inni vísti hann tó, at hann er væl fyri í løtuni, og tað var um reppið at hann skoraði, tá lobbari hansara endaði í nettakinum. Eisini var hann við at byggja eitt frálíkt álop upp, sum tað tó ikki spurdist nakað burtur úr, tí innleggið frá Jákup kom ongantíð.
Rógvi Jacobsen:
Rógvi var um nakar hetjan á føroyska liðnum í gjár. Hann skoraði einasta málið hjá føroyingum í hesi undankappingini, men arbeiddi annars væl dystin í gjøgnum. Rógvi legði innleggið hjá Marna tilrættis fyri Christian Lamhauge Holst, sum tíverri brendi.
Tá føroyingar gjørdust ein færri á vøllinum, fór Rógvi aftur á miðvøllin, har hann gjørdi tað gott – serliga í verjustøðu vann hann nógv.
Christian Lamhauge Holst:
Kom inn beint fyri steðgin og var beinanvegin aktivur. Hann var ikki meiri enn innkomin, tá hann stútaði eitt frálíkt innlegg frá Jákup upp um. Hevði tveir aðrar stórar møguleikar seint í seinna hálvleiki, sum báðir áttu at enda í netinum. Eydnan var tó ikki við dananum, sum annars spældi ein ógvuliga góðan dyst og onkursvegna setti lív í føroyska álopið. Við avrikinum í gjár prógvaði hann, at hann eigur at umhugsast alvorliga, tá liðið verður sett næstu ferð.