2. deild menn:
GÍ?NSÍ 1?0 (1?0)
Eftir at teir hava ligið við afturpartinum í vatnskorpuni so at siga alt kappingarárið, hava teir á næstbesta liðnum hjá GÍ fýra tey síðstu umførini fingið tíggju stig, og tað hevur við sær, at gøtumenn eisini í ár 2000 fara at verja plássið í næstbestu deildini.
Hesa ferð høvdu teir vitjan úr grannakommununi. NSÍ hevur alt kappingarárið verið væl við, og nú tað líður móti endanum, og teir langt síðani hava tryggjað sær framhaldandi tilveru í deildini ? teir vóru leingi við í kappingini um bronsukrónurnar ? so kennist tað aftur á avrikunum.
Fótbóltsliga upplivilsi hevur onkuntíð verið betri, tá GÍ og NSÍ hava spælt, enn tað var leygardagin.
Tað kom bara eitt mál, og tað fekk heimaliðið. Svenn Olsen var nógv við í 1. deild undan summarsteðginum. Hann hevur so at siga ikki vant síðani summarsteðgin, men grundvenjingin í vár hevur komið væl við. Hesa ferð var hann, sum altíð síðani summarsteðgin, í miðverjuni, og miðskeiðis í fyrra umfarinum skoraði hann málið, sum vísti seg at gerast tað einasta.
Jonreid Dalheim sendi høgt hornasparksinnlegg innfyri úr høgru, og miðverjin var hægstur og stútaði í kassan, og so komu tað ikki fleiri mál.
Í Runavík fáa teir leygardagin vitjan av FS Vágum, sum fer at fáa steyp og gullkrónur handaðar, og gøtumenn skulu spæla í Gundadali móti HB, sum framvegis stríðist fyri at fáa bronsukrónur.