Tey, ið fyrireika G-festivalin í Gøtu í ár, verða eisini við á norðoyastevnu í ár. Tey koma við einum serligum G-bussi út á kappróðrarøkið, meðan kappróðurin er. Har fer so at bera til at keypa sær atgongumerki til festivalin. Umframt aðrar lutir. Eisini hava fyrireikararnir ætlanir um at hava livandi tónleik við í bussinum. Hetta fyri at undirhald eisini skal vera á staðnum.
Jón Tyril, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at eitt vikuskiftispass til festivalin kostar í dag 455 krónur, og ta fyrstu vikuna seldu tey 370.
? Tað er tríggjar ferðir so nógv sum í fjør, so vit eru avbera vælnøgd, sigur hann.