Nýggja navnið í formil 1, sum øll lærdu hetta vikuskiftið, var Lewis Hamilton. Nýggi maðurin í McLaren Mercedes var sannførandi alt vikuskiftið. Hann varð fjórskjótastur í tíðarkoyringi, sera flott fyri ein spildur nýggjan formil 1 koyrara. Í byrjanini fór hann framvið liðfelaganum og tvífalda heimsmeistaran Fernando Alonso, og hóast hann ikki megnaði at fylgja við Räikkönen, so varð hann ikki trýstur av Alonso. Hann lá enntá á fyrsta plássi tær løturnar eftir, at Räikkönen hevði verið í pitt. Heilt til 2. pittstopp, tá Alonso fór inn tvey umfør aftan á Hamilton, og við góðari koyring tey bæði umførini, slapp framvið óroynda liðfelaganum.