GÍ-B68 2-0 (0-0)
B68 vitjaði í kvøld í Gøtu, og kravið var greitt hjá gestunum. Alt annað enn ein sigur merkti, at teir allar helst mugu hyggja langt eftir heiðursmerkjunum, sum teir undan kappingarárinum høvdu so stórar vónir um.
Hetta var eisini dagurin, tá nýggi vøllurin í Gøtu alment varð tikin í nýtslu, og tað sást eisini, at nýggja undirlagið órógvaði báðar partar nakað.
Eftir ein taman fyrra hálvleik, har bæði liðini í byrjanini høvdu hvør sín møguleika, kom meira gongd á í seinna.
Nakrir málmøguleikar vóru nú at síggja, og tað eydnaðist GÍ at koma á odda við einum máli, sum Óli Hansen fekk eftir horna. Løtu seinni var Helgi L. Petersen leysur, men toppskjúttin í deildini mátti hesa ferð málleysur av vøllinum.
Eitt korter fyri leiklok slerdi Henning Jarnskor sigurin fastan, tá hann gjørdi sær dælt av verjumistaki, og hóast B68 hevði onkran heilt góðan møguleika eftir hetta, so vendist ikki hjá teimum.
Við sigrinum vardi GÍ borg. Teir hava framvegis fult stigatal, og eru nú aftur fimm stig undan næsta liðinum.