Tað gekk væl hjá føroysku súkklarunum sum vóru í Íslandi og kappaðust í vikuskiftinum.
Tríggjar kappingar vóru á skránni, og kappast varð fríggjadagin, leygar- og sunnudagin.
Sjey súkklarar vóru í føroyska hópinum. Ein unglingur, ein kvinna og fimm mans.
Fríggjakvøldið bleiv kappast í einkultstarti. Koyrt bleiv 20 km einkultstart.
Súsanna Skylv var í harðari kapping við Ása Guðný Ásgeirsdóttir, men Súsanna átti munin og vann einkultstartin.
Jóanis Albert var einasti unglingur í kappingini, og koyrdi 15 ára gamli vágamaðurin tí móti vaksnu súkklarunum. Tað bleiv til eitt 10. pláss hjá honum millum vaksnu súkklararnar, og hetta var tí ein góð byrjan og eitt gott úrslit hjá Jóanis Albert.
Hákon Sigurðsson var skjótastur hjá monnum. Gunnar Dahl-Olsen, ið fekk besta føroyska úrslitið, gjørdist hann nr. 4, í 20 km einkultstartinum.
Betur gekk hjá Gunnari leygardagin, tá landavegkoyring var á skránni. Koyrt bleiv við Tingvellir og koyrt bleiv 70 kilometrar.
Feltið fylgdist stórt sæð allan teinin. Ikki fyrr enn 10 km vóru eftir á mál eydnaðist tað Gunnar og fýra íslendingum at sleppa avstað frá feltinum. Hesir fylgdust á mál, og avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta sekundi, tá sprintast skuldi um sigurin. Gunnar átti munin og vann.
Sunnudagin bleiv aftur kappast í landavegkoyring. Hesa ferð bleiv kappast við Bláfjøll. Meðan teinurin leygardagin var ein rímuliga flatur teinur, so var teinurin sunnudagin koyrdur í fjøllunum, og súkklararnir skuldu tí koyra nógvar hæddarmetrar.
Eftir ein heldur róligan start, vóru tað átta mans, ið sluppu avstað frá feltinum, harímillum Gunnar Dahl-Olsen.
Tá 20 kilometrar vóru eftir á mál royndi Gunnar at sleppa frá teimum fremstu. Løtu seinni fekk hann fylgi av Gunnlaugur Jónasson. Hesir royndu alt teir kundu at økja aftur til feltið. Men tá umleið 5 kilometrar vóru eftir á mál, var feltið samlað aftur.
Málið var uppi við eitt skístað, og tí skuldi nógvir hæddarmetrar leggjast aftur um bak áðrenn vinnarin kundi finnast. Aftur sunnudagin skuldi vinnarin finnast í einum endaspurti, og aftur sunnudagin var tað Gunnar, ið var fyrstur um málstrikuna.
Helgi W. Olsen, ið luttók á føroyska MTB landsliðnum á Isle of Wight í summar, var ein av súkklarunum í føroyska hópinum. Hann var rættiliga væl koyrandi og eydnaðist tað honum, annan dagin á rað, at fáa eitt sera gott úrslit. Helgi bleiv nr. 5 leygardagin og nr. 6 sunnudagin.
Sama kann sigast um Jóanis Albert Nielsen, ið allar dagarnar, hóast sín unga aldur, var millum teir fremstu á mál.
Súsanna Skylv helt tørn og vann allar tríggjar kappingarnar, og gjørdist sostatt samlaður vinnari hjá kvinnum.
Hjá monnum gjørdist íslendingurin Hákon Sigurðsson samlaður vinnari. Árni Már Jónsson nummar tvey og Gunnar nummar trý samanlagt.