Gøtu kirkja fer aftur í ár at bjóðað til eina gudstænastu, nú G! Festivalurin verður skotin ígongd hósdagin.
Gudstænastan verður í annaðkvøld, mikukvøldið klokkan 20 og úr Gøtu Kirkju siga tey, at hetta verður ein serlig gudstænasta, har bæði festivalgestir, og onnur, kunnu koma saman til gudstænastu
Tað verður Derhard Jógvansson, prestur, sum fer at hava gudstænastuna.
Aftan á gudstænastuna verður ábit og í ár bjóðar kirkjan heitan mat og annað gott afturvið, sum tey málbera seg.
Á gudstænastuni fer ungdómskór at syngja.
- Kórið, sum annars hevur summarfrí fær hesuferð styrk frá útisetum, sum eru heima í summarfrí, og sum áður hava sungið við í kórinum, siga tey í Gøtu kirkju