G! Festivalurin farin í søguna

Tey, ið standa aftan fyri G!Festivalin boða nú frá, at eingin G!Festivalur verður í ár. Tey siga kortini, at arbeitt verður við at skipa fyri festivalinum næsta ár

 

Tað var í heyst at tað kom fram, at tað stóð so illa til fíggjarliga hjá G!Festivalinum, at hann fór so logandi á heysin.

 

Síðani hevur verið at hoyrt um ymsar bjargingarætlanir ? og í valstríðnum vóru tað politikarar, sum beinleiðis góvu lyfti um, at tað almenna um neyðugt skuldi hjálpa til fyri at bjarga hesum festivali.

 

Fyrireikararnir siga nú á

heimasíðuni hjá G!<a>, at teir framvegis kanna ymisk viðurskifti, og tí er endalig niðurstøða ikki tikin til, um G!Festivalurin endaliga er farin í søguna.