Netsíðan gigwise.com hevur gjørt ein lista, har mett verður um, hvørjir tónleikafestivalar í heiminum eru teir bestu.
Nevndir eru 39 festivalar á listanum, og sigast má, at nakrir av heimsins størstu og kendastu festivalum eru á listanum. Hetta undrar sjálvsagt ikki, men hinvegin kunnu føroyingar, um ikki undrast, so fegnast. Tí ein av stóru føroysku tónleikafestivalunum hevur fingið rúm á listanum hjá gigwise.
Talan er um G! festivalin.
G! festivalurin fær rósandi orð við á vegnum, og verður lýstur sum ein stór upliving, har eisini náttúran spælir við.
Listin og lýsingarnar av heimsins bestu festivalum, teirra millum G!, sæst her:
https://www.gigwise.com/features/3254761/best-music-festivals-in-the-world-in-2018