G! festivalurin: Pallurin er av sandi

Syðrugøta: Gøtumenn eru so smátt komnir í stevnuhýr nú árliga Gøtustevnan aftur er á skránni. Men bygdin sær ikki nógv broytt út, sjálvt um ein stevna stendur fyri durum. Á sandinum stendur ein gravmaskina, og grevur nakað, ið kann líkjast einum palli. Vit fingu eitt orð á føraran, Óla Jákup Jacobsen, sum er ektaður gøtumaður.
? Eg gravi pallin til konsertina, sum skal vera her fríggjakvøldið. Sum eg havi skilt, so skal sjálvur pallurin vera av sandi, og síðani verða plátur lagdar omaná, sigur Óla Jákup Jacobsen.
? Tað tekur bara eina løtu at gera ein slíkan pall. Eg havi gravað í eini tveir tímar, og pallurin skal vera 6 x 8 metrar.
Umframt at gera pallin kláran til Clickhaze, MC-Hár, Enekk, Hanus G. Johansen, Søren Søgaard og Valeri & Desislava Dimchevi, so hevur Óla Jákup hampað rundan um sjálvan sandin og við ánna.
Spurdur um flóðin ikki kann fara avstað við tí nú næstan lidna pallinum sigur Óla Jákup:
? Nei, eg havi ikki grivið heilt har niðri við sjóvarmálan, so tá tað er flóð, so stendur vatnið ikki so langt niðan. Men verri verður um tað verður brim, tí so oyðilegst pallurin, men tað vænti eg ikki hesa tíðina av árinum. Mær nýtist heldur ikki at leggja sandin uppá pláss aftur. Tí syrgir Várharra fyri.
Pallurin er við at koma til hølvdar. Okkurt hendinga barnið gongur og rennur á sandinum. Vit takka fyri okkum og fara víðari.