Tað er ikki bert ungdómar, ið síggjast her á G!, tí um tú hyggur rundanum teg í bygdini, síggjast børn í øllum ættum.
Ein av teimum mongu, ið eru farin á G! við børnum, er Unn Thomsen frá Havn.
- Sjálv havi eg verið á G! í fleiri ár, men hetta er fyrstu ferð eg havi børn við, sigur Unn, ið saman við einari vinkonu kom á festivalin um kl 16 í dag.
- Tað hevur rigga orduliga væl. Víkingabýurin var orduliga áhugaverdur fyri tey, og stutt eftir vit vóru har fóru vit oman á strondina at spæla, og tað halda børnini er orduliga cool, sigur Elin.
Dagurin hjá Elini og børnunum er ikki liðugur enn, í eftir at tey hava etið matpakka, er ætlanin at fara til frígerandi dansin kl 21, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar.
Sjálv ætlar Elin ikki bert at njóta festivalin saman við børnunum, tí tað er so mangt annað hon sjálv ætlar sær at fáa gleði av.
- Tað er líkasum hvør sítt at verða á festival við børnum og ikki. Í dag hava tey hugna sær óført, og so í morgin er tað mítt tørn, sigur Elin at enda.