Gøla í Premir League: Máltøknin riggaði ikki

Premier League byrjaði aftur í gjár og tað var ikki uttan dramatikk

Í gjár vóru fyrstu dystirnir í Premier League eftir koronasteðgin. Manchester City vann 3-0 á Arsenal, meðan tað var stórur dramatikkur, tá máltøknin sveik í 0-0 dystinum millum Aston Villa og Sheffield United.

Stutt fyri hálvleik endaði málverjin hjá Aston Villa, Orjan Nyland, inn í egnum máli. Sjónbandaupptøkurnar vísa greitt, at bóltin er heilur innanfyri málstrikuna, men máltøkinin – Hawk Eye – gav einki tekin um at bólturin var innanfyri. Av tí sama valdi dómarin ikki at døma mál. Fólkini handan Hawk Eye hava biðið um umbering, og siga at hetta er fyrsta mistakið í 9.000 dystum.

- Eg veit ikki um eg skal flenna ella gráta. Hetta er væl millum tær heilt vánaligu avgerðirnar síðani tøknin kom í spæl. Eg vænti at hetta málið hevði verið givið ein sunnumorgun í lægri deildunum í Sheffield, sigur Chris Wilder.

Við javnleikinum er Aston Villa framvegis undir niðurflytingarstrikuni, meðan Sheffield United misti møguleikan at yvirhála Manchester United á fimta plássi. Manchester City er greitt á øðrum plássi við sigrinum á Arsenal.

1Liverpool29271166:2182
2Manch.City29193771:3160
3Leicester29165858:2853
4Chelsea29146951:3948
5Manch.Utd29129844:3045
6Sheffield Utd291111730:2544
7Wolves291013641:3443
8Tottenham291181047:4041
9Arsenal29913740:3940
10Burnley291161234:4039
11Crystal Palace291091026:3239
12Everton291071237:4637
13Newcastle29981225:4135
14Southampton291041535:5234
15Brighton296111232:4029
16West Ham29761635:5027
17Watford29691427:4427
18Bournemouth29761629:4727
19Aston Villa29751734:5626
20Norwich29561825:5221