Tað gongur ikki ein dagur, har okkurt nýtt er um gøluna í FC Barcelona. Nú er misálit reist móti útskeldaða forsetanum Josep Bartomeu. Heimasíðan hjá FC Barcelona váttar, at yvir 20 túsund limir hjá felagnum hava skrivað undir eitt misálit.
Tað verður forsetaval í summar, men avbjóðarnir vilja hava Josep Bartomeu at leggja frá sær sum skjóast, so nýggjar kreftur kunnu koma inn, eftir eyðmýkingina í Champions League, har FC Barcelona tapti heili 8-2 móti Bayern Munchen.
Quique Setien leggur sak
Eftir tapið fyri Bayern Munchen bleiv venjarin koyrdur, men nú sigur Quique Setien at hann formliga ikki er koyrdur fyrr enn seinasta í hesi vikuni. Hann sigur við spanskar miðlar, at hann ongantíð hevur hoyrt nakað frá FC Barcelona.
Nú svarar Quique Setien aftur og sigur, at hann ikki góðtekur støðuna. Tí endar hetta helst við eini sak, um partarnir ikki koma ásamt um eina fráfaringaravtalu, men fyrr enn ein fráfaringaravtala er komin upp á pláss, so kann Ronald Koeman ikki standa á odda fyri einum almennum dysti fyri FC Barcelona.
Sleppa ikki av við Luis Suarez
Eftir stórtapið í Champions League bleiv boðað frá, at allir uttan átta spælarar vóru til sølu. Ein av teimum, sum skuldi seljast var Luis Suarez. Hann hevur verið á veg til Juventus, men í dag hevur italska felagið keypt Edin Dzeko úr AS Roma.
Sostatt sær út til, at FC Barcelona ikki sleppur av við dýra áleyparan, ið nú er blivin 33 ára. Hann hevur verið fyri kritikki seinastu tvey árini, men tað kemst ikki uttanum, at hann hevur verið eitt gott keyp, eftir at hann skifti til FC Barcelona frá Liverpool í 2014.