G! næstbestur í Evropa

Blaðið IQ hevur kosið G!-Festivalin at vera millum 10 teir bestu festivalarnar í Evropa. G! er nummar 2 á listanum eftir Roskildefestivalin, sum liggur á ovastu rók.

G! 






Blaðstjórin á IQ, Greg Parmley, hevur í grein, sum víst verður til á heimasíðuni hjá G!, ein lista yvir 10 teir bestu festivalarnar í Evropa.

IQ er blaðið hjá ILMC, sum er styttting fyri International Live Music Conference, ið ber orð fyri at vera ein av týdningarmestu altjóða tónleikavinnufelagskapunum.

Ovast á listanum er Roskildefestivalurin. Nummar 2 er G!, og á triðja plássi liggur Paleo Festival Nyon í Sveis.

Annars sær listin hjá IQ soleiðis út: 4. Cambridge Folk Festival, Ongland, 5. Oya Festival, Noreg, 6. Sziget, Ungarn, 7. Reading & Leeds, Ongland, 8. Lowlands, Niðurlond, 9. Connect, Skotland, 10. Airwaves Festival, Ísland.