GÍ/NSÍ beit væl frá sær

Hondbóltur: Neistakvinnur høvdu ivaleyst væntað ein lættari dyst, enn tær fingu móti felagsliðnum úr Eysturoynni

Neistin var stórfavorittur til dystin móti samanlagda liðnum hjá GÍ og NSÍ. Neistakvinnur vunnu eisini, men tær noyddust at stríðast fyri sigrinum. Dysturin endaði 20-19 til heimaliðið, sum var á odda 10-9 í hálvleikinum.

Hjá Neistanum var norska Heidi Harviken stóri spælarin, og tað er ikki av leið at siga, at hon vann dystin fyri Neistan, sum saknaði Ingu Danberg. GÍ/NSÍ vardi fyri tað mesta heilt inni á strikuni, og Neistakvinnurnar eru ikki so skotsterkar. Tað gav trupulleikar, og nógv av málunum hjá Heidi Harviken komu, tá hon sjálv fór ígjøgnum.

Hjá GÍ/NSÍ vóru tað serliga systrarnar Beinta Joensen og Mona Langgaard, sum gjørdu vart við seg, men eisini hjá teimum var tað mest eitt liðavrik.

Dysturin var annars ikki serliga væl spældur, og spælið var óruddiligt og ofta tilvildarligt. Liðini mestsum skiftust um at gera mál, og í fyrra hálvleiki var munurin ongantíð størri enn tað eina málið.

Í seinna hálvleiki var Neistin um at fáa avgerandi munin, men tað eydnaðist altíð felagsliðnum at koma afturíaftur. Men í seinasta enda gjørdust tær ov stuttar, hóast teir góvu Neistanum dyst fyri allar pengarnar. Neistin fekk ein hvøkk. Fyrr í ár vunnu tær sannførandi á GÍ/NSÍ í einum venjingardysti, men hesaferð var lítil og eingin munur ? enn ein ábending um, at tað fara at koma nógv fleiri óvæntað úrslit í kvinnudeildini í ár.


Neistin-GÍ/NSÍ 20-19 (10-9)

Neistin: Heidi Harviken 11 (1), Súna Mørk 4, Katrin á Neystabø 2, Gunleyg Berg 1 (1), Lovisa Jørgensen 1, Annika Thomsen 1.

GÍ/NSÍ: Beinta Joensen 6 (2), Kristina Ellingsgaard 4, Sonja Gleðisheygg 3, Mona Langgaard 3, Sunrid Gleðisheygg 2, Annika Jacobsen 1.

Útvísingar: Neistin 4, GÍ/NSÍ 4.

Reyð kort: GÍ/NSÍ 1.