Góð ráð til betri trygd í heiminum

Nú vit eru komin í myrku tíðina eru tey ivaleyst nógv, sum hava livandi ljós tendrað í heiminum. Men tað er umráðandi at verða ansin og taka tey neyðugu atlitini so, at trygdin heima við hús er í lagi. 

 

 

Fríðálvur Jensen, fyrrverandi starvsfólk hjá Betri Trygging, hevur drúgvar royndir við at tryggja hús á hendan hátt og hann heldur tað vera sera umráðandi at hugsa um fyribyrging. 

 

- Í fyrru helvt av 90´unum, var alt hetta viðvíkjandi fyribyrging ikki tað stóra, men vit vóru nøkur, sum veruliga vildu fáa boðskapin út til borgararnar, sigur Fríðálvur Jensen og vísir á hesi góð ráð til at tryggja heimið. 

 

Lat okkum minnast:

 

  • Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.


  • Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.


  • Havið eitt brandteppi á høgligum stað.


  • Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.


  • Leggið eina ætlan fyri, hvørja rýmingarleið tit eiga at velja.


  • Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.


  • Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.


  • Nýtið altíð eldfastar stakar.


  • Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendrað.

 

 

 

 

  • Ansað væl eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.


  • Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.


  • Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.


  • Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.

 

 

Fýrverk:

 

  • Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.


  • Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.


  • Nýt trygdarbrillur!